Jóannes Jacobsen grein í World Development
26.11.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Jóannes Jacobsen grein í World Development

Modernitetur, demokrati og livialdur eru evni á vísindaligu greinini hjá Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingi, ph.d. og adjunkti á Søgu- og samfelagsdeildini, sum just er útgivin.


Heiti á vísindaligu greinini hjá Jóannes er "Revisiting the Modernization Hypothesis: Longevity and Democracy". Greinin er prentað í tíðarritinum World Development.  

Greinin  tekur støði í ástøðum um, hvussu grundleggjandi broytingar í samfelagnum hava ávirkan á politiska strukturin í landinum. Sum liður í menningini í landinum kann livialdurin eisini hava ávirkan á strukturin. Í greinini verður meting gjørd um ávirkanina av hægri livialdri í mun til fólkaræði.

Greinin kann lesast her