Jobmatch
Jobmatch 2014 verður týsdagin 30. desember í Norðurlandahúsinum.
Aftur í ár verður starvsstevnan Jobmatch hildin millum jóla og nýggjárs, soleiðis at bæði útisetar, sum eru heima í jólafrí, eins og lesandi í Føroyum fáa møguleika at luttaka.
Fyri at fáa pláss fyri enn fleiri fyritøkum, stovnum og kommunum verður Jobmatch í ár flutt niðan Norðurlandahúsið. Luttakandi fyritøkur, stovnar og kommunur hitta studentar frá kl. 13.00 til kl. 20.00 henda dag.
Føroyska samfelagið og vinnan hava altíð tørv á dugnaligari arbeiðsmegi. Staðfestast kann, at hørð kapping er um henda málbólk. Útlendskar fyritøkur seta seg javnan í samband við tey lesandi. Tí er umráðandi, at føroyski arbeiðsmarknaðurin við jøvnum millumbilum eisini býður seg fram í hesi kapping.
Jobmatch er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið í 2008, 2010, 2011, 2012, 2013 og verður nú aftur í 2014. Í 2008 varð tiltakið hildið á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og í 2010 í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv, sum eisini er í Keypmannahavn.
Fyri at røkka enn fleiri lesandi, tók Tórshavnar kommuna saman við Vinnuhúsinum, Altjóða Skrivstovuni og Meginfelag Føroyskra Studenta stig til at fyriskipa Jobmatch í Føroyum á jólum 2011. Hetta fyri ikki bert at røkka okkara vitanartilfeingi úr Danmark, men eisini Føroyum, hinum Norðurlondunum, Onglandi og øðrum londum við.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...