21.10.2013
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Jobmatch 2013

Jobmatch 2013 verður 30. desember í Østrøm á Skálatrøð í Tórshavn.


Aftur í ár verður starvsstevnan hildin millum jóla og nýggjárs. Hetta fyri at útisetar, sum eru heima í jólafrí, skulu fáa møguleika at luttaka.

Starvsstevnan verður frá kl. 13.00 til 20.00 og netverkskvøldið byrjar kl. 20.00.

Hvat fært tú burturúr?

  • Tú fært eitt skjótt yvirlit yvir áhugaverdar starvsmøguleikar í Føroyum.
  • Tú hevur møguleika at bjóða teg fram fyri stovnum og fyritøkum. 
  • Tú fært innlit í, hvat føroyskar fyritøkur & stovnar hava at bjóða tær. 

Skráin verður kunngjørd seinri á jobmatch.fo