20.12.2015
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Jobmatch 2015

Týsdagin 29. desember verður Jobmatch 2015 í Norðurlandahúsinum.


Kom og vitja Setrið á Jobmatch og fá eitt prát um útbúgvingarmøguleikar, granskingarøki og framtíðarætlanir á Setrinum.

Á Jobmatch fer Setrið at hava framløgu, har greitt verður frá ymiskum virkisøkjum á Setrinum. Hesaferð verður dentur lagdur á at kunna um nýggju bachelorútbúgvingina í búskaparfrøði, sum byrjar komandi summar.

Á Jobmatch kunnu lesandi og liðugt útbúgvin fáa eitt formligt ella óformligt prát við fakfólk og leiðslu á
Setrinum. Ger avtaluna á básinum og fá eitt prát um arbeiðsmøguleikar, starvslærumøguleikar ella kanska
eina ítøkiliga verkætlan, ið tú sum lesandi kann gera í samstarvi við Setrið.

Luttakandi fyritøkur, stovnar og kommunur møta tær frá kl. 13.00 til 19.00, og tiltakið er ókeypis.

Møguligt er eisini at fáa eitt JobPrát hjá einum virki ella stovni. Tað er er ein óbindandi styttri samrøða (10-15 min), har tú fært høvið at kunna teg um møguleikar og at greiða frá um teg sjálva/n. 

Vit síggjast á Jobmatch 2015!

Setur-jobmatch_211215_254x171__2_.pdf