Jobmatch 2018
Fróðskaparsetur Føroya luttekur á Jobmatch aftur í ár.
Ætlanin við Jobmatch er at geva luttakarum høvi at skapa sær eitt týðandi netverk, sum ger tað lættari at finna eitt hóskandi starv. Eisini er hetta netverkið týdningarmikið, um ein skal undir at skriva høvuðsuppgávu ella ynskir at koma í starvsvenjing hjá føroyskari fyritøku, stovni ella kommunu.
Jobmatch er harafturat ein góður møguleiki at kunna seg um føroyska arbeiðsmarknaðin, og samstundis gera vart við seg í mun til møguligar framtíðar arbeiðsgevarar.
Inni á http://www.jobmatch.fo/stoerv/ ber til at kunna seg um tøk størv, møgulig starvsvenjingarpláss umframt samstarv í mun til serritgerðir og aðrar uppgávur.
Breiðari luttakarafjøld
Jobmatch hevur rættiliga vunnið sær sess sum afturvendandi starvsstevna millum jóla og nýggjárs. Síðan 2008 er tiltakið vaksið í vavi, og luttakarar á starvsstevnuni telja bæði størri og smærri privatar og almennar arbeiðsgevarar. Jobmatch er í teirra eygum ein týðandi táttur í menningarætlanini í mun til setan av nýggjum starvsfólki.
Undanfarin ár bleiv málbólkurin víðkaður til eisini at fevna um fólk við royndum á arbeiðsmarknaðinum, tvs. fólk, sum eru í starvi, men eru áhugað í at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar, og harumframt eru eisini fyritøkur við, sum sóknast eftir fólki við royndum innan handverkarayrkið.
Bílegging av JobPráti at tryggja sær talutíð
Fyri at tryggja sær talutíð hjá teim fyritøkum og stovnum, ein ynskir at koma í samband við, er møguligt at bíleggja eitt JobPrát framman undan starvsstevnuni. Eitt JobPrát er ein óbindandi styttri samrøða á umleið 10-15 minuttir, har ein fær høvi til at kunna seg um arbeiðsgevaran og greiða frá um seg sjálvan. Tað er ikki nøkur treyt at bíleggja JobPrát fyri at luttaka á Jobmatch - bert ein møguleiki.
Vanliga vitja millum 400-500 fólk í Norðurlandahúsinum, tá Jobmatch er. Harvið kann tað í løtum tykjast trupult at koma á tal við onkrar av luttakarunum, um ein ikki hevur bílagt JobPrát frammanundan.
Um JobPrátið verður bílagt áðrenn týsdagin 19. desember, ber betri til at tryggja sær eitt prát við júst rætta viðkomandi frá tí fyritøku, stovni ella kommunu, ein ynskir at koma í samband við. Tó er seinasta freist at bíleggja JobPrát 26. desember kl. 20.00. Til ber at bíleggja JobPrát her http://www.jobmatch.fo/jobprat/
Hvussu ein leypur bíðirøðina um
Øll, ið vitja Jobmatch, verða biðin um at skráseta seg, tá tey koma, so til ber at eftirmeta starvsstevnuna og betra um tiltakið. Skrásetingin hevur áður ført við sær, at ein ávís bíðitíð hevur verið við inngongdina. Hesari bíðirøð kann ein sleppa undan við at skráseta seg á heimasíðuni áðrenn Jobmatch. Harvið liggur navnamerkið klárt við úthurðina, tá ein kemur á Jobmatch.
Skrá
HER sæst skráin fyri framløgur á Jobmatch 2018. Framløgurnar verða í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum og Fróðskaparsetrið er á skránni kl. 15
Tað er ein stýrisbólkur við umboðum fyri Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsið, MFS og ASK v/Fróðskaparsetur Føroya, sum fyriskipar Jobmatch og ráðgevingarfelagið Syntesa stendur fyri projektleiðsluni av tiltakinum.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...