Jógvan í Lon fingið M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir
Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, hevur fingið virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir
Á samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn seinnapartin fekk Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Føroyamálsdeildini, viðurkenning fyri stóra verkið hjá sær, Føroysk purisma.
Í grundgevingini skrivar dómsnevndin, at bókin varpar nýtt ljós á føroyska málsøgu við purismuni við purismuni sum sáld. Við støði í stórari samanberandi kanning setir høvundurin føroyska purismu í norðurlendskt høpi og gevur soleiðis lesarunum eina djúpari fatan av puristiskum hugburði í samtíðini. Hetta er eitt viðkvæmt evni - er tað føroyskt ella bara orð í føroyskum? Høvundurin lyftir seg upp um ósemjurnar og vísir á, at málvariatión skapar rúmari ræsur í málinum.
Jógvan i Lon lýsir føroyska purismu við vísindaligum neyvleika og miðlar hana á ein hátt, sum er viðkomandi bæði fyri frøðingin og tann vanliga føroyingin við áhuga fyri málinum.
Vit á Fróðskaparsetri Føroya ynskja starvsfelaga okkara, Jógvani í Lon Jacobsen, hjartaliga til lukku við virðisløn M.A. Jacobsens!
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...