Jógvan í Lon Jacobsen 60 ár
Hósdagin 14. desember fylti Jógvan í Lon Jacobsen professari í málfrøði á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 60 ár.
Í tí sambandinum var hátíðarhald í loftsstovuni á Føroyamálsdeildini. Nógv fólk vóru møtt og Jógvan varð heiðraður við heilsanum, yrkingaupplestri og sangi, og hann fekk eisini handað eitt heiðursrit. Í bókini, sum nevnist Bók Jógvan og telur 451 bls., eru 29 javnlíkamettar greinir eftir føroysk og útlendsk vísindafólk um fjølbroytt evni av málsligum og bókmentaligum slag. Greinirnar eru skrivaðar á 6 ymiskum tungumálum. 9 greinir eru á føroyskum, 7 á norskum, 6 á íslendskum, 4 á donskum, tvær á enskum og ein á svenskum.
Heitið Bók Jógvan er hugsað at sipa til áhugan hjá Jógvani fyri okkara málsøgu og málsliga margfeldi. Mynstrið, sum orðingin í heitinum Bók Jógvan fylgir, er ein av mongum háttum at lýsa ognarsamband í føroyskum, tó at tað ikki er eins vanligt og onnur mynstur.
Permumyndin er ein málningur eftir Frits Johannesen. Málningurin er av Bakkanum í Fuglafirði fyri einum 40-50 árum síðani.
Forlagið Fróðskapur gevur út heiðursritið Bók Jógvan. Ritstjórnað hava Zakaris Svabo Hansen, Anfinnur Johansen, Hjalmar P. Petersen og Lena Reinert, og bókin fæst til keyps í bókabúðunum.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...