21.07.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Jógvan í Lon Jacobsen í starv sum lektari

Jógvan í Lon Jacobsen, adjunktur. dr. philos., Føroyamálsdeildin, er av rektara setursins framfluttur í starv sum lektari frá 1. august 2009 at rokna.


Tann 28. november 2008 vardi Jógvan doktararitgerð sína ”Álvaratos, who cares? Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum” í Bergen.


Jógvan er ritstjóri á føroysku orðabókini á Føroyamálsdeildini og formaður í Føroysku Málnevndini.