Anfinnur Johansen
01.07.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Jóhan Hendrik sjeyti og fimm

Heiðursritið Orðabókin varð handað Jóhan Hendriki Winther Poulsen, tá hann fylti sjeyti og fimm 20. juni. Stórt hátíðarhald varð hildið á Føroya Læraraskúla í hesum sambandi.


Fyri skjótt fjøruti árum síðan varð sjøtul settur á útvarpstáttin Orðabókina, sum varð send­ur 14. hvønn dag vetrarhálvuna frá 1969 til 1993. Jóhan Hendrik W. Poulsen pro­fess­ari legði hesar sendingar til rættis.

Høvuðsendamálið við sendingunum, sum vóru 198 í tali, var at savna upplýsingar um orð, sum orðasavnið á Føroyamálsdeildini var ov illa statt við, so til bar at fáa tey við í eina orðabók. Og tað kom ein rúgva av tilfari inn. Orð komu inn, sum ongantíð vóru uppskrivað áður, men sum hava djúpar og fornar røtur í føroyskum máli.

Eisini komu orð úr livandi talaðum máli, sum annars bert vóru kend í tvey hundrað ára gomlum orðabókarhandritum eftir J. C. Svabo.

Allar hesa sendingar eru nú savnaðar í bók við heitinum Orðabókin, sum er heiðurs­rit til Jóhan Hendrik á sjeyti og fimm ára føðingardegi hansara, og bókin kom út sjálvan føðingardagin 20. juni.

Í hesum sambandi varð skipað fyri stórum hátíðarhaldi í Læraraskúlahøllini. Jonhard Mikkelsen frá forlagnum Sprotanum, sum gav bókina út, beyð vælkomin og helt stutta røðu. Síðan helt Anfinnur Johansen, sum legði útgávuna til rættis, røðu og handaði Jóhan Hendriki fyrsta eintakið.

Turið Sigurðardóttir, Hanus Kamban, Árni Dahl, Martin Næs og Signar á Brúnni hildu hvør sína stuttu røðu. Havnarkórið við Ólavi Hátún sang nakrar sangir. Samkoman, sum taldi fleiri enn 300 fólk, endaði við at syngja tjóðsangin. Sanniliga eitt stak væleydnað hátíðarhald.