30.05.2017
Skriva út
Johan Í.S. Hansen settur sum fyrisitingarstjóri á Setrinum
Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt av at seta Johan Í.S. Hansen í starv sum nýggjan fyrisitingarstjóra.
Johan er 51 ár og útbúgvin Cand.merc.-dat. innan vinnubúskap og kunningartøkni frá Copenhagen Business School og hevur síðan 1995 arbeitt innan leiðslu, KT og gransking í Danmark, Írlandi, USA og Stórabretlandi.
Johan hevur fyrr arbeitt fyri fyritøkurnar Microsoft, Berlitz og RealNetworks umframt at hava luttikið í KT-granskingararbeiði við Copenhagen Business School og University of Washington.
Johan arbeiddi fyri amerikansku fyritøkuna RealNetworks í 15 ár; fyrstu sjey árini á høvuðsskrivstovuni í Seattle og síðan átta ár í London, har hann var stjóri við marknaðarábyrgd fyri Evropa, Miðeystur, Afrika og Suðuramerika.
Hann fæst í løtuni við KT- og leiðsluráðgeving í London og tekur við starvinum sum fyrisitingarstjóri í august.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...