16.10.2012
Skriva út
Jóhanna Barðdal á Føroyamálsdeildini
Í tíðarskeiðinum 22. - 25. oktober hevur Jóhanna Barðdal, professari, skeið og fyrilestur á Føroyamálsdeildini.
Jóhanna Barðdal hevur skeið í Construction Grammar á Føroyamálsdeildini í tíðarskeiðinum frá 22. til 25. oktober. Construction Grammar er ein rætningur innan málvísindini, sum er kendur serliga við A. Goldberg í USA. Talan er um eina teori, sum sigur, at mál verða lærd eftir vissum mynstrum við meira.
Tiltøkini í samband við Barðdal eru hesi:
22. oktober
Kl. 10.00 - 12.00: Undirvísing í Construction Grammar í Mállæru 2. Øll, sum hava áhuga, kunnu eisini møta.
23. oktober
Kl. 13.00 - 16.00: Construction Grammar og søgulig málvísindi. Hetta er undirvísing í málbroyting og málvariatión.
24. oktober
Kl. 09.00 - 12.00: Verkstaður.
25. oktober
Kl. 09.00 - 11.00: Yvirlitsfyrilestur.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...