Jóhannis Danielsen á Havstovuni helt bestu snarrøðuna
Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni, sum var í Løkshøll í Runavík
- Eg ætlaði at skriva eitt styttri bræv, men tað hevði eg ikki stundir til.
Hetta skrivaði franski filosoffurin og matematikarin Blaise Pascal einaferð, og hann hevði rætt. At orða seg stutt og greitt krevur meira, enn ein ofta gevur sær far um.
Men hetta var uppgávan hjá granskarum á ársins Vísindavøku í Løkshøll í kappingini um bestu snarrøðuna.
Tey fingu 150 sekund at leggja sína gransking fram.
Og at enda fall dómurin: Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, vann fyri bestu snarrøðuna, har hann í 150 sekund røddi um havhest, sum reiðrast í Føroyum.
Í dómsnevndini sótu Katrin Apol, Marnar Fríðheim Kristiansen og Dagmar Joensen-Næs, og tey mettu, at snarrøðan hjá Jóhannisi var áhugaverd og skemtilig við ymsum fakta, sum kveikti forvitnið hjá áhoyrarunum.
Vit ynskja Jóhannisi Danielsen hjartaliga til lukku.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...