Jólaheilsan úr San Diego
18.12.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Jólaheilsan úr San Diego

Hesa seinastu lestrarhálvuna, hava fimm lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini lisið á San Diego State University, í USA.


Hetta er aðru ferð at ein bólkur av lesandi frá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya ger slíka lestrarferð til San Diego og endurgeva vit niðanfyri teirra jólaheilsan.

"Fyri uml. einum ári síðani avgjørdu vit fimm: Daisy Saxov, Rakul Beinirsdóttir Poulsen, Brandur L. Hansen, Sjúrður Olsen og Kristian á Lakjuni at fara uttanlands at lesa eina lestrarhálvu. Vit eru øll lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, og eru vit øll í gongd við okkara 5. lestrarhálvu. Vit hildu tað vera spennandi at royna at lesa í øðrum landi, uppliva aðra mentan og víðka okkara sjónarring og samdust vit skjótt um, at tað var í USA, vit ynsktu at lesa. Eitt ár seinni, í august 2012, settu vit fimm leiðina ímóti California til býin San Diego, sum nú skuldi vera karmurin um okkara lestraruppliving hetta hálvárið."


“Nú, skjótt fimm mánaðir seinni stundar til, vit aftur venda kósina heim til Føroya. Vit hava øll hópin av upplivingum og lærdómi við heim og hevur hetta verið ein sera góð tíð fyri okkum øll. Vit hava uppliva at lesa á einum universiteti saman við meiri enn 35.000 lesandi og vit hava roynt eina heilt øðrvísi skúlagongd og -skipan enn heima. Vit hava fingið vinir úr øllum heiminum, uppliva aðrar mentanir og uppliva eitt øðrvísi lestrarlív enn tað, ið vit kenna heima frá."

"Hetta var avgjørt rætta valið, vit tóku, tá ið vit valdu at fara avstað, og vilja vit mæla øllum, sum hava møguleikan, um at gera tað sama. Hetta hevur verið eitt upplivilsi fyri lívið!"