Tóta Árnadóttir
16.12.2011
Skriva út

Jólahugni á FMD

Á føroyamálsdeildini endaði skeiðið í norrønum í dag og seinasti tímin var merktur av høgtíðini, sum nú nærkast í stórum. Anfinnur las jólaevangeliið upp fyri studentunum, á norrønum sjálvandi...Eftir henda treysta andaliga kost varð borðreitt við meiri lætt sodnandi krás – ikki færri enn tveir føðingardagar eru á deildini í dag, so eingin slapp at sita við turran munn.