Jón skrivaði søgu
17.06.2017
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Jón skrivaði søgu

Nýggja útbúgvingin West Nordic Studies – Governance and Sustainability klakti í dag sín fyrsta MA-kandidat


Var tað ikki tí, at tað er mest sum ov upplagt, so hevði tað komið við í yvirskriftina: Fyrrverandi leiðarin innan ferðslutrygd er nú vorðin master í matveitingartrygd!

Í 2015 varð farið undir útbúgvingina West Nordic Studies – Governance and Sustainability, og Jón Kragesteen skrivar søgu, tí tá hann í dag vardi sína ritgerð og fekk avrikið góðkent, so gjørdist hann tann fyrsti, ið fær masterprógv í hesi nýggju útbúgvingini.

Matvørutrygd skal skiljast í breiðastu merking, og Jón brúkar heldur orðið ‘matveitingartrygd’. Tað snýr seg partvís um, hvussu vit fremja eitt umskifti frá innflutningi av matvørum, ið hava í sær pestisidir og handilstøð, til lokalt framleidda, burðardygga matvøruframleiðslu.

Tað snýr seg eisini um, hvussu vit hava trygd fyri, at vit hava mat í munnin, um eitthvørt slag av kreppu tekur seg upp, sum heilt ella partvís hevur við sær, at sambandið við umheimin slitnar.

– Fyri tey flestu man tað tykjast sjálvsagt, at vit fáa mat. Men veruleikin er, at nógv tað mesta av matinum er innflutt. Hendir eitthvørt, sum hevur við sær, at vit ikki fáa vørur frá umheiminum, so standa vit mitt í tí, sigur Jón Kragesteen.

Hesi bæði – lokalt framleidd burðardygg vøra og veitingartrygd – hanga saman: Jú størri part, vit framleiða lokalt, tess minni eru vit bundin at innflutningi, serliga í kreppustøðu, sigur nýklakti masterkandidaturin.

Jón Kragesteen heldur, at vit kundu framleitt vørur í Føroyum í nógv størri mun. Til hetta krevst tilvitan og politikkur, ið setur sær fyri, at samskipa tað, ið samskipast skal, fyri at fremja burðardygga matvøruframleiðslu í mestan mun.

–  Í summum førum krevst stuðul fyri at fáa gongd á, ikki minst til vinnur, ið kappast við útlendskar vørur, ið fáa stuðul, eitt nú frá ES, vísir Jón Kragesteen á.

Ritgerð hansara er ein roynd at seta evnið á dagsskrá og í verki at vísa á, at tað ber til at menna burðardygga framleiðslu.

Lau Blaxekjær, útbúgvingarleiðari á West Nordic Studies-útbúgvingini, er eldsálin í tvey ára gomlu útbúgvingini, og hann er ein errin maður í dag.

– Tað er stór ein uppliving, nú tann fyrsti studenturin hevur lokið MA-prógv á nýggju útbúgvingini, sigur Lau Blaxekjær.

Ein partur av ritgerðini hjá Jón var í verki – small-scale – at vísa, hvussu tað við sokallaðum aquaponic-skipanum ber til at økja um matveitingartrygd í Føroyum.

– Jón vísti hetta við einari aquaponic-skipan við fiski og grønmeti, og tað var bergtakandi at síggja, sigur útbúgvingarleiðarin.

Eisini í ár verður tikið upp til West Nordic Studies-útbúgvingina (master), og føroyingar og aðrir norðurlendingar kunnu framvegis søkja. Umsóknarfreistin er 1. juli á midnátt.