Jónrit Halling er sett sum lektari í mýlskari lívfrøði
Jónrit Halling er sett sum lektari í mýlskari lívfrøði á megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi.
Jónrit hevur kandidatútbúgving, cand. pharm., frá Danmarks Farmaceutiske Universitet í 2003 og ph.d. útbúgving frá Syddansk Universitet í 2008. Ritgerðarheitini vóru ávikavist “Drug metabolism among Faroese regarding the enzyme activity of CYP2D6 and CYP2C19” og “Pharmacogenetic variations in drug metabolism among Faroese”.
Jónrit hevur síðan 2008 arbeitt við granskingarverkætlanum við tilknýti til Deildina fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu. Í síni gransking hevur Jónrit m.a. kannað, hvussu ávís dálkingarevni í umhvørvinum kunnu ávirka heilsustøðuna hjá føroyingum. Av verkætlanum kunnu nevnast ”Semen quality in a birth cohort of Faroese men and their fathers”, ”Eksponering af perflourerede forbindelser (PFC) hos færinger – ændringer gennem 10 år og kostrelationer”, og ”Prenatal methyl mercury exposure and D vitamin levels in relation to autism”.
Jónrit byrjar í starvinum tann 1. september í ár.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...