Náttúruvísindadeildin, KS
10.11.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Junior Kids aftur First Lego League-meistara

Leygardagin vann Junior Kids av Skála Føroysku First Lego League kappingina triða árið á rað. Næsti kappingarneytin vórðu Buldribassararnir, eisini av Skála.


Kringlan í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík var leygardagin karmur um Føroysku First Lego League kappingina, 2009. Kappingin í Føroyum er ein av 39 kappingum, sum vórðu um alt Skandinavia leygardagin. Vinnararnir av hesum dømiskappingunum møtast í Norðurlensku First Lego League finaluni, sum verður í Eskiltuna í Svøríki tann 28. novembur. 10 lið vórðu tilmeldaði til føroysku kappingina.



"Smart Move"
Evnið í ár var "Smart Move", sum í stuttum er um, hvussu vit flyta fólk, lutir, tíðindir o.a. á ein spennandi og effektivan hátt, sum samstundist eisini er umhvørvisvinarligur. Í hesari kappingini verða heiðurslønir, sum eru legosteyp, givin fyri besta innlit, framførslu, samstarv, tøknisniðgeving og fyri finaluplássini í sjálvari robotkoyrikappingini, umframt at allir luttakararnir fáa heiðursmerki fyri at verða við. Føroyameistari er tað liðið, sum ger tað best í allari kappingini.



Legofebur á Skála
Triða árið á rað vann bólkurin Junior Kids av Skála. Í robottkappingini megnaðu teir at fáa fult stigatal, 400 stig, í tí einu koyringini, og samanlagt høvdu teir eitt deilt 3 pláss í allari Skandinavisku kappingini leygardagin. Næstur teimum var hin bólkurin av Skála, Buldribassarnir.

Fyrsta lego-steypið til Suðuroyar
Liðið Team Suður av Tvøroyri tryggjaði fyrsta First Lego League steypið til Suðuroynna, tá dómaranir dómdu teir til at sýna besta innlit í "Smart Move" við teirra framløgu í ástøði.



Tillukku
Náttúruvísindadeildin ynskir øllum luttakaranum og vinnaranum hjartaliga tillukku við avrikinum leygardagin, og vónar at síggja fleiri av teimum í skarðanum av lesandi innan tøkni og náttúruvísindini um nøkur ár. At evnini eru til staðar er eingin ivi um, - tað vístu luttakararnir so dyggiliga leygardagin.