Gunnvør á Norði, Havstovan og Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
20.06.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Kaldbaksfjørður aftur í altjóða vísindagrein

Greinin 'Environmental impacts of coastal fish farming: carbon and nitrogen budgets for trout farming in Kaldbaksfjørður (Faroe Islands)' er almannakunngjørd í vísindatíðarritinum Marine Ecology Progress Series.


Í juni-úgávuni av Marine Ecology Progress Series (Bind 431, síðurnar 223-241) er grein um carbon, tøðevni og oxygenflutning í einum firði, har aling fer fram. Hetta er onnur greinin úr PhD-ritgerðini hjá Gunnvør á Norði, sum er almannakunngjørd í einum altjóða vísindatíðarriti. Eins og PhD-ritgerðin, so byggir greinin á mátingar, sum eru gjørdar í Kaldbaksfirði.

Greinin viðger, hvar lívrunnið carbon og nitrogen í fóðri, sum verður latið í aliringar við sílum, enda. Hettar er roknað út frá neyvum kanningum av rákinum og flutninginum av lívrunnum karboni og tøðevnum í sjónum og botninum undir aliringinum, umframt neyv rakstrartøl frá alibrúkinum.

Úrslitini vísa, at ein triðingur av lívrunna carboninum  fer til vøkstur hjá fiskinum. Hetta er hægri enn sæð í eldri kanningum uttanlands, og hevur hetta áhuga hjá alaranum, tí hetta er tann parturin, sum alarin fær aftur, tá hann selur fiskin. Fiskurin brúkar tó meginpartin av lívrunna karboninum til at liva, ikki minst til at svimja. Av nitrogeninum, sum er í fóðrinum, endar umleið 63% í sjónum. Nitrogen er eitt tøðevni, og øktar nøgdir av tøðevni í sjónum kunnu økja um gróðurin sum er í firðinum. Í Kaldbaksfirði er sera nógvur gróður av náttúrligum ávum, og tøðevni frá alingini økja lítið um gróðurin.

Í greinini verður eisini greitt frá, at ávikavist 6 % av karboninum og 5% av nitrogeninum enda á botninum undir alibrúkinum, sum fóður og skarn. Hesi úrslit eru munandi betri enn í eldri kanningum sum eru gjørdar uttanlands, har upp til 71% av carboninum, og upp til 28% av nitrogeninum var funnið aftur á botni. Hendan broyting kemst eina mest av, at fóðurstýringin er nógv betrað tey seinastu árini, og at lítið av fóðri søkkur beinleiðis niður á botn.

Tá lívrunnið karbon fellur á botnin, niðurbróta bakteriur nakað av hesum, og karbonið seyðrar úr botninum, antin sum CO2 ella sum upployst ólívrunnið cabon. Í Kaldbaksfirði blivu 56% av livrunna carboninum og 38% av nitrogeninum niðurbrotin, meðan restin hópaðist upp á botni.

Í greinini verður eisini víst á, at eftir at alingin var steðgað, kom botnurin sera skjótt fyri seg aftur. Umframt at lívrunnið carbon var niðurbrotið, flutti streymur eisini nógv tilfar frá botni.

Umframt Gunnvør á Norði, sum er høvuðsrithøvundur, hava Ronnie N. Glud á skotska granskingarstovninum SAMS, Eilif Gaard á Havstovuni og Knud Simonsen á Náttúruvísindideildini skrivað greinina.