Kalpana vardi ph.d. seinasta fríggjadag
Kalpana Vijayavarathan vardi ph.d.-ritgerð sína frammanfyri eini fittari fjøld av fólki í høllini á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Her vóru serliga familja og vinir, starvsfelagar frá Námsvísindadeildini og øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum, fyrrverandi starvsfelagar og lærarar ymsa staðni frá. Tey upplivdu eina drúgva og gjølliga verju, sum í eins stóran mun var ein faklig samrøða sum ein próvtøka.
Kalpana Vijayavarathan hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hon lat ritgerina inn til verju til ásetta tíð í august í ár. Ph.d.-verkætlanin, sum er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya, er tað sum verður kallað “a double degree”, sum er ein avtala millum Aarhus Universitet og Fróðskaparsetur Føroya.
Ritgerðin er um fatanina hjá 8. floks lærarum um undirvísing í talaðum enskum í Føroyum og um, hvussu hendan fatan ávirkar praksis. Ritgerðin byggir m.a. á samrøður við og eygleiðingar av undirvísingini hjá sjey lærarum. Evnið fyri ritgerðini er: Teacher cognition of grade 8 teachers on teaching speaking in English as a foreign language in The Faroe Islands and its impact on teachers’ pedagogical praxis: seven case studies.
Aftaná góðar tríggjar tímar fór metingarnevndin á fund, har tey mettu um verjuna. Stutt eftir kunngjørdi Carmen Heine, at ein samd nevnd helt, at Kalpana Vijayavarathan hevði staðið verjuna og skuldi fáa ph.d.-heitið. Tey róstu henni aftur fyri eitt megnar avrik við ritgerð og verju, sum bæði hon og vegleiðararnir kundu vera errin av.
Eftir at Sigurð í Jákupsstovu, rektari, hevði handað ph.d.-prógvið, var móttøka fyri áhoyrarunum.
Høvðusvegleiðari hevur verið Susana S. Fernández, ph.d. og lektari á Afdeling for Tysk og Romanske sprog á Århus Universitet, meðan Birgit Henriksen, professari á Institut for Engelsk, Germansk og Romansk á Københavns Universitet, hevur verið hjávegleiðari.
Í metingarnevndini vóru:
- Carmen Heine, lektari á Århus Universitet, forkvinna
- Tore Nilsson, lektari á Stockholms Universitet
- Marie Christine Appel, lektari á Open University of Catalonia
Samandráttur av ritgerðini á enskum kann lesast HER
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...