Kampus: Dómsnevndin vigar nú seks uppskot
Arkitektakappingin um nýggjan høvuðsbygning til Fróðskaparsetur Føroya er av, og nú situr dómsnevndin og vigar tey seks uppskotini, sum arkitektarnir hava teknað
22. juni verður alment, hvør hevur vunnið stóru arkitektakappingina um nýggjan høvuðsbygning til Fróðskaparsetur Føroya, sum er hjartað í ætlanini um at savna Setrið í eitt kampus á Frælsinum og Debesartrøð í Havn.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Landsverk bjóðaðu í vár undangóðkendum ráðgevum til at taka lut í arkitektakappingini, sum er skipað eftir reglunum hjá Arkitektafelag Føroya, og nú liggja seks teknað uppskot um høvuðssætið á borðinum.
Tey, sum hava teknað, eru SNA, MAP Arkitektar, Henning Larsen North Atlantic, Sp/f Kontrast og Cobe, Arkitektar99 og Big, umframt Zeta Arkitektar & Brim Arkitektar.
Kappingarreglurnar áseta, at kappingin er dulnevnd, og tað merkir, at ikki fyrr enn dómsnevndin er liðug at viðgera og viga uppskotini, fær hon kunnleika um, hvør hevur teknað hvat av teimum.
Í dómsnevndini sita Ólavur Ellefsen, stýrisformaður á Setrinum, Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Hans Harryson, varadekanur og útbúgvingarleiðari á Setrinum, Nina Arge, arkitektur á Landsverki, Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar kommunu, umframt tveir fakdómarar, sum eru valdir av Arkitektafelag Føroya: Thale Bjørnerheim, sivilarkitektur í Arkitekta-bólkinum Cubus og amanuensis á Arkitektaháskúlanum í Bergen, og Thomas Juel Clemmensen, professari í landslagsarkitekturi á Listaháskúlanum á Universitetinum í Trømsø, UiT. Eisini eru ráðgevarar uttan atkvøðurætt, sum hjálpa dómsnevndini, m.a. Martin Tvede Zachariasen, rektari.
Uttanhýsis serfrøðingabólkurin, sum landsstýrið herfyri setti til at eftirmeta Setrið, hevði sum eitt av fremstu tilmælunum at fáa bygt universitetskampus, sum hevur verið í umbúna í mong ár. Serfrøðingarnir skriva soleiðis til aðalráðið í frágreiðingini:
“Allir áhugapartar eiga at skunda undir ætlanina at fáa eitt savnað universitetskampus í Havn, sum skal sniðgevast soleiðis, at fólk trívast við at læra og búleikast har. Sniðgevingin eigur at taka útgangsstøði í tørvunum hjá lesandi (student experience), atkomiligheit og akademiskari dygdargóðsku (academic excellence) og við tí í hyggju, at kampus skal draga bæði føroysk og altjóða lesandi at sær.”
Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Setrið sendu í mars í ár serfrøðinganevndini eitt felags svar um hetta tilmælið, har skrivað varð:
“Kampusætlanin stendur sera ovarlaga á politisku dagsskránni. Ein arkitektakapping er í løtuni um ein nýggjan felagsbygning til Setrið, og vinnarin verður kunngjørdur áðrenn summarið 2023. Meira verður gjørt í 2023 og tey komandi árini fyri at tryggja fígging til nýggja felagsbygningin og til langtíðar kampusætlanina”.
Nær høvuðsbygningurin stendur liðugur, er óvist enn, men í svari til fyrispurning frá Anniku Olsen, tingkvinnu, um umstøðurnar hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum og plásstrotið, sum valdar, skrivar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, soleiðís 22. mai:
“Nýggi felagsbygningurin tekur nógv av hesum trýsti, tá hann vónandi stendur liðugur um eini 4 ár.”
Dómsnevndin skal meta um innkomnu uppskotini eftir hesum fortreytum: Atdráttarmegi og stimbrandi lestrarumhvørvi; funktionalitetur og smidleiki; samanspæl við nærumhvørvið; Aktitektonisk hugsjón og dygd; sosial, umhvørvislig og fíggjarlig burðardygd.
Sum áður nevnt, verður úrslitið av arkitektakappingini um nýtt høvuðssæti til Fróðskaparsetur Føroya almannkunngjørt tann 22. juni.
Martin Tvede Zachariasen, rektari, úti á brúnni á Vinnuháskúlanum, tá arkitektarnir í kappingini komu á ástaðarfund í mars.
Sum ráðgevarar uttan avgerðarrætt í dómsnevndini eru Bárður Dam í Baiansstovu, verkætlanar-leiðari hjá Landsverki, Martin Tvede Zachariasen, rektari á Setrinum, Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri á Setrinum, Páll Magnus Dam í Bajansstovu, lesandi á Setrinum, Vilhjálmur D. Jakobsen, Burðardygd, og Carl Mouritsen, byggifrøðingur á Viðlíkahaldsdeildini hjá Landsverki
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...