Screenshot_2021-02-26 strategisk-kampusætlan pdf.png
Mynd úr strategisku kampusætlanini, sum varð latin landsstýrinum í 2019 - síða 46
Brynhild Thomsen
26.02.2021
Setrið
Skriva út

Kampusbólkurin aftur til verka

Kampusbólkurin, sum varð settur á stovn í 2018, og sum lat landsstýrinum eina strategiska kampusætlan í 2019, er aftur farin til verka

Ólavur Ellefsen, stýrisformaður á Fróðskapsetrinum, er formaður í kampusbólkinum. Hann sigur, at ein grund til stóra fólkavøksturin seinastu árini er, at alsamt fleiri hava fingið høvi at nema sær universitetsútúgving í Føroyum.

- Skal góða gongdin halda fram, mugu hølisumstøðurnar hjá Fróðskaparsetrinum bøtast munandi og best er, um alt verður savnað í ein samanhangandi setursbýling á økinum millum Frælsið og Debesartrøð, sigur hann.

Fyrsti fundurin í kampusbólkinum var í gjár, og endamálið við arbeiðinum er greitt: At dagføra og fremja strategisku menningarætlanina, sum kann lesast her.

Sambært kampusætlanini skal høvuðsbygningurin og fyrisitingin hjá Fróðskaparsetrinum staðsetast í Nóatúni og soleiðis binda saman Frælsið og Debesartrøð. Harafturat leggur kampusætlanin upp til, at grasfløtan á Frælsinum verður gjørd til ein parkeringskjallara, og at fleiri Setursbygningar seinni verða bygdir omaná.

Umboð í kampusbólkinum og rektarin á Setrinum skoða tað elsta modellið av setursbýlingi, sum stendur í vindeygakarminum í Gróthúsinum, har Setursskrivstovan heldur til

Arbeiðssetningurin hjá kampusbólkinum fevnir í fyrsta lagi um at hava tætt samskifti við allar áhugabólkar, fáa allar neyðugar upplýsingar til vega, standa fyri skjalfesting og gera frágreiðing og útbjóðingartilfar. Hetta arbeiðið skal so vera grundarlag fyri uppskoti um neyva byggiskrá og arkitektakapping.

- Ætlanin er at gjøgnumføra kampusarbeiðið í stigum, soleiðis at farast kann í gongd við umbyggingar o.a. beinanvegin, at kostnaðurin kann haldast í skilagóðari legu, og at ætlaninar kunnu tillagast seinni. Hetta ger samstundis, at váðin verður so lítil sum gjørligt, og nyttan so stór sum gjørligt, sigur Ólavur Ellefsen, sum er bjartskygdur um verkætlanina fyri framman.

- Fyri mær at síggja er politiskur vilji til at gjøgnumføra kampusarbeiðið, treytað av, at tað verður gjørt stig fyri stig - og við skili. Uppgávan hjá okkum í kampusbólkinum er at fremja hendan politiska viljan í verki, og eg havi góðar vónir um, at tað fer at eydnast, sigur formaðurin.

Á fundinum hósdagin vóru, umframt Ólav Ellefsen, sum umboðar stýrið og leiðsluna á Fróðskaparsetrinum, Jóan Petur Hentze frá Tórshavnar kommunu, Marjun W. Thomassen frá Bústøðum, Ola Jensen frá Landsverki, Terji Beder úr Mentamálaráðnum, Sonni Oddbjørn Johnson, sum umboðar tey lesandi á Setrinum og Lív Maria Róadóttir Jæger, sum umboðar starvsfólkini á Setrinum.

Næsti fundur í kampusbólkinum verður 11. mars og síðani í øllum førum mánaðarliga.