25.11.2013
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Kann mann búgva í Føroyum og fáa danskt SU?

Ja, tað kann mann. Mann kann búgva í Føroyum og fáa danskt SU, um mann er innskrivað/ur á einari SU-góðkendari útbúgving í Danmark.


Mann skal tó hava danskt CPR.nr, um mann skal móttaka SU. Um mann ikki hevur danskt CPR.nr. kann mann fylgja vegleiðingini frá SU-styrelsen niðanfyri.

Um føroyingar ikki hava eitt danskt CPR.nr., skulu studentarnir fylla eitt pappírsoyðublað til hægri útbúgvingar fyri 2013 út. Hetta er at finna á www.setur.fo/ASK. Framferðarhátturin hjá studentunum er síðani:

Teir senda útfylta oyðublaðið til útbúgvingarstaðið í Danmark. Tá útbúgvingarstaðið hevur móttikið oyðublaðið/umsóknina, fáa vit (SU-styrelsen) eitt CPR-nummer til vega hjá SKAT. Fyri at kunna tað, skal eitt kopi av passinum hjá tí lesandi vera lagt við.
SKAT gevur tí lesandi boð um tað nýggja CPR-nummarið. Tá CPR-nummarið er komið, setur tann lesandi seg í samband við útbúgvingarstaðið, sum viðger umsóknina um SU.