18.02.2010
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum

Fróðskaparsetrið (Søgu- og samfelagsdeildin) er farið undir at gera kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur í samstarvi við Landsfelag Pensjonista tikið stig til kanningina.


Í okkara samfelag er tað ein almenn ábyrgd at taka um endan, tá ið fólk eru soleiðis fyri, at tey hava ilt við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Myndugleikar og stovnar, sum skulu umsita hesa ábyrgd, hava tørv á at hava góða vitan at byggja á, tá ið ætlanir skulu leggjast t.d. um hvussu eldrapolitikkur okkara skal vera. Men ofta mugu teir sannkenna, at vitanin er ófullfíggjað, og at tey tøl og aðrar upplýsingar, sum finnast, eru so spjaddir.

Við hesi kanning verður dentur lagdur á at fáa svar uppá, hvussu fólkapensionistar sjálvir meta um sína støðu. Hava tey eitt trygt og gott lív. Hvussu klára tey seg fíggjarliga. Hvat eru tey nøgd við, hvat kundu tey hugsað sær annarleiðis, eitt nú  bústaðar- og ferðsluviðurskifti. Fáa tey neyðuga hjálp, um tørvur er á tí? Hava tey upplivað, at livifóturin versnaði, tá ið tey fóru av arbeiðsmarknaðinum, og um ja, hvat hava tey tá valt at spara uppá.

Kanningin verður gjørd á tann hátt, at úti við 700 spurnabløð eru send út til fólk frá 67 ár og eldri. Fólkini eru tilvildarliga útvald millum teir umleið 6000 fólkapensionistarnar, sum eru í landinum.

Spurningarnir kunnu flokkast í fýra bólkar: teir fysisku karmarnir (t.e. bústaður og mobilitetur); fíggjarstøða (inntøkur og útreiðslur); sosiala lívið (frítíð, felagslív, netverk) og heilsustøða.

Svar uppá spurningarnar verða innsavnað við, at vit ringja fólkini upp og seta somu spurningar sum í spurnablaðnum. Royndir higartil vísa, at fólk taka væl undir við kanningini. Vit hava tí góðar vónir um at fáa eina rættiliga greiða mynd av, hvussu tað er at vera fólkapensionistur í Føroyum.

Úrslitini verða eftir ætlan almannakunngjørd seinni í ár. Tað er sjálvsagt, at eingi nøvn verða nevnd á teimum, sum hava verið so beinasom at svara, tá ið vit hava vent okkum til teirra.


Mynd: sxc.hu