21.01.2016
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Kanningar av føroyskum rottum almannakunngjørdar

Fyri jól vóru tvær greinar um kanningar av føroyskum rottum almannakunngjørdar í vísindaligur tíðarritum. Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, er høvundur í báðum greinunum saman við samstarvsfeløgum.


Fyrra greinin kallast “Is it too cold for Leptospira interrrogans transmission on the Faroese Islands?” Hon lýsir eina kanning av, um føroyskar rottur eru infiseraðar av bakteriuna Leptospira interrogans. Niðurstøðan av kanningini er, at hendan bakterian ikki finst í føroyskum rottum.

Greinin stendur í tíðarritinum “Infectious Diseases” og kann lesast her:

Høvundarnir eru Per M. Jensen og Eyðfinn Magnussen.

Seinna greinin kallast “Occurrence of fleas (Siphonaptera) and lice (Phthiraptera) on Brown rats (Rattus norvegicus) on the Faroes Islands”. Hendan greinin er um parasittar, sum liva uttan á føroyskum rottum (ektoparasittar). Á teimum 61 rottunum, sum vóru kannaðar, vóru funnin tvey sløg av loppum og eitt slag av lús.

Greinin stendur í tíðarritinum “Norwegian Journal of Entomology” og kann lesast her.


Høvundarnir eru Jens-Kjeld Jensen og Eyðfinn Magnussen.

Les meira av tí, sum Eyðfinn Magnussen hevur skrivað her.