Kantina við nýggjari matskrá
26.08.2011
Føroyamálsdeildin Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kantina við nýggjari matskrá

Mánadagin 29. august letur kantinan á Læraraskúlanum uppaftur við nýggjum fyristøðufólkum og nýggjari, heilsugóðari matskrá.



Felagið Leska, sum hevur átikið sær at reka kantinuna, boðar frá, at tey í fyrsta umfari serliga fara at leggja seg eftir at bjóða lesandi og starvsfólkum á Læraraskúlanum og á Fróðskaparsetrinum annars bíligan, vælsmakkandi og heilsugóðan døgurða umframt kaffi og annað.

Kantinan verður opin frá kl. 9 á morgni til kl. 15 hvønn dag, tá ið skúlin er opin.