Kári á Rógvi in memoriam
“Har ljós brenna fá undir lágari lon sæst gjølla tá eitt av teim slóknar.”
Hesi orðini hjá J. H. O. Djurhuus runnu mær straks í hug, tá ið eg fekk ringu boðini um, at Kári á Rógvi var farin um sýn bert 41 ára gamal. Deyður av herviligari sjúku.
Tað er altíð ein sorgarleikur, tá ið ung kona missir mannin og børnini pápan. Tað er næstan einki verri. Tað er eisini ein sorgarleikur fyri Fróðskaparsetur Føroya at hava mist ein av sínum fremstu slóðarum, tá tað um gransking og undirvísing í lóg ræður. Kári var akademikari og universitetsmaður um ein háls, tað var í akademia, hann hoyrdi heima, og tað var har, brúk var fyri honum.
Kári var sera arbeiðssamur, væl begávaður, hugsaði sjálvstøðugt sum fáur og stakk upp úr fjøldini. Vit komu í síni tíð at starvast neyvt saman í Grundlógarnevndini. Kári var tað løgfrøðiliga álitið og arbeiddi fyri fleiri. Nevndin kom á mál, og politiska skipanin fekk eitt álit at taka støðu til og viðgera.
Tað vísti seg skjótt, at Kári eisini hevði tev fyri vísindaligum løgfrøðiligum arbeiði og var ein góður analytikari, sum ikki var tamdur av løgfrøðiligari vanahugsan. Tað var tí gleðiligt, at hann fór undir granskaraútbúgving og eftir rættiliga stuttari tíð vann sær doktaranavnabót við Háskóla Íslands og helt á at granska. Umframt at vera í starvi á Setrinum var hann eisini gestalærari á Háskúlanum í Akureyri.
Fyri ikki so langari tíð síðani gjørdist Kári professari í løgfrøði við Fróðskaparsetrið. Frammanundan hevði hann starvast sum lektari og lagt lunnar undir grundskeið í lóg. Eitt skeið, sum hevur verið mongum til stóra nyttu. Farið varð eisini undir masterskeið í lóg, og framtíðin hjá løgfrøði á Setrinum tyktist bjørt, men skjótt er Harranum um.
Missurin hjá Setrinum er tí ómetaliga stórur. Tað er ein tragedia, at hann ikki er longur, tí Kári var tað dragandi lokomotivið. Tað kom sum eitt sjokk, tá vit frættu, at hann hevði fingið álvarsliga sjúku at dragast við. Tað tykist í skrivandi løtu so óveruligt, so hugtungt og so syrgiligt, at hann ikki er meira. Vit, starvsfelagar hansara og studentarnir, fara ikki longur at merkja hansara spei og humor og hansara gløgga vit. Kári á Rógvi var meira enn tey flestu. Hann var sín egni.
Er tað sárt hjá Setrinum at hava mist ein slóðara sum Kára á Rógvi, so kann tað ikki berast saman við tann persónliga missin hjá konu og børnum, foreldrum og systkjum og familju Kára. Okkara tankar eru hjá teimum.
Við hesum fáu orðum vilja vit á Setrinum sýna okkara samkenslu og minnast Kára á Rógvi.
Jóan Pauli Joensen
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...