Kári á Rógvi professari
06.03.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Kári á Rógvi professari

Kári á Rógvi, ph.d. og undirvísingarleiðari í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, er tilnevndur professari í løgfrøði frá 1. mars 2014 at rokna.


Ein nevnd, mannað við professarum í løgfrøði á universitetum í grannalondunum, hevur mett avrik og førleikar Kára. Í metingarnevndini vóru: Frederik Harhoff, professari á Syddansk Universitet. Í Føroyum er hann ivaleyst best kendur fyri doktorsritgerðina Rigsfællesskabet. Forkona í metingarnevndini var Björg Thorarensen, professari á Háskóla Íslands og serfrøðingur í mannrættindum. Triði nevndarlimurin var Michael Gøtze, professari á Københavns Universitet og serfrøðingur í fyrisitingarlóg.

Tilfarið, sum metingarnevndin fekk at arbeiða við, vóru vísindaligar greinir, bøkur og tilfar um ta undirvísing, Kári hevur havt, umframt yvirlit yvir vísindaligu greinir hansara.

West-Nordic Constitutional Judicial Review – A Comparative Study of Scandinavian judicial review and judicial reasoning
er heitið á ph.d.-ritgerðini hjá Kára, ið hann vardi á Háskóla Íslands í 2009, og sum kom út í bók í fjør. Í ritgerðini lýsir Kári háttalag at greina rættarstøðuna út frá dynamiskari menning av ásetingum og meginreglum í dómum. Háttalagið er síðani ment víðari sum grundarlag undir bókum um fyrisitingarlóg, kollektivan arbeiðsrætt og fiskiveiðirættindi.

Kári kom í lektarastarv á Fróðskaparsetrinum í 2008, men hann hevur undirvíst á Setrinum síðani 2002. Hesa tíðina hevur hann ment og rikið sera væl umtókt grundskeið í lóg, skeið um fyrisitingarlóg, fiskiveiðirættindi, kollektivan arbeiðsrætt og onnur skeið. Lesandi hava verið starvsfólk í almennu og kommunalu fyrisitingini, sum á henda hátt hava ment førleikar sínar. Síðani 2013 hevur Kári verið undirvísingarleiðari fyri master-útbúgvingini í løgfrøði, sum byrjaði á heysti í 2013.

Harumframt hevur Kári undirvíst á Háskóla Íslands, við Háskólann á Akureyri og hann hevur verið uttanhýsis lektaravikarur á Københavns Universitet.

Kári á Rógvi, professari, ph.d., heldur professarasetanarfyrilestur á Setursdegnum tann 20. mai 2014. Tíð og stað verða upplýst seinni.