Skriva út
Katrin MA í føroyskum
Katrin Jacobsen endaði masterútbúgving sína á Føroyamálsdeildini 8. mai við fyrilestrinum Møður og døtur í ævintýrunum
Katrin tók sær føroysk ævintýr sum granskingarevni, tá hon eftir lokið BA-prógv fór undir MA-útbúgving. MA-ritgerðin hevur heitið Kynjaleiklutir í gandaævintýrum - Serliga við atliti at lutinum hjá gentum.
Katrin byggir ritgerðina á tey ævintýr, sum Jákup Jakobsen savnaði í Føroyum í 1890-árunum og læt prenta í Færøske Folkesagn og Æventyr (1899-1901) og greinar tey eftir altjóða ástøðiligari gransking seinastu áratíggjuni. Katrin fekk próvtalið 11 fyri ritgerðina og uppiborið rós fyri ein góðan fyrilestur, nú hon endaliga kann kalla seg MA.
Vit ynskja Katrini til lukku.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...