Kekkia í dag – arvur og avbjóðingar
Mikudagin 11. mai heldur kekkiski sendimaðurin í Keypmannahavn, Jiří Brodský, fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya. Evnið er Kekkia, trygdarpolitiska samstarvið ‘Visegrad’ og Evropasamveldið í dag
Í novembur-desembur verða 27 ár síðani sonevnda floyals-kollveltingin gjørdi enda á Moskvatrúgva stýrinum í Kekkoslovakia. Vaksandi trýstið frá teimum alsamt vaksandi, friðarligu kravgongunum hevði við sær, at stjórnin legði frá sær 28. novembur 1989. Tveir dagar seinni samtykti tingið at strika grundlógarásetingina, ið gav kommunistaflokkinum einarætt til valdið.
10. desembur tilnevndi forsetin Gustav Husak fyrstu ikki-kommunistisku stjórnina í 41 ár. Alexander Dubcek varð stutt eftir valdur tingformaður og Vaclav Havel forseti. Hálvt ár seinni – í juni 1990 – var fyrsta demokratiska valið síðani 1946 hildið. Longu hálvt triðja ár eftir tóku landspartarnir Kekkia og Slovakia sundur, soleiðis at teir frá 1. januar í 1993 at rokna vóru tvey sjálvstøðug ríki.
Men hvussu hevur gingist í Kekkia síðani tá, og hvørjar eru avbjóðingarnar?
Tað fer kekkiski sendimaðurin í Keypmannahavn, Jiří Brodský, at røða um í fyrilestri á Fróðskaparsetri Føroya mikudagin. Evnini, hann fer at viðgera, eru:
– kekkiski búskapurin í dag
– raðfestingar í kekkiskum uttanríkispolitikki
– hvat er Visegrad-samstarvið (Kekkia, Slovakia, Poland og Ungarn)?
– hví nokta Visegrad-londini at taka undir við einara tvungnari kvotuloysn á flóttafólkaspurninginum?
– hvør er støða Kekkia til komandi fólkaatkvøðuna í Bretlandi um ES-limaskapin?
Fyrilesturin verður í Jónas Broncks gøtu 25 mikudagin kl. 14.00. Eftir fyrilesturin verður høvi at seta spurningar.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...