Kend din krop
17.09.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Kend din krop

Bergur vísindaliga grein um norðurlendskar yrkingar. Greinin er liður í samstarvi millum bókmentagranskarar í Norðurlondum.


Forlagið Alvheim & Eide Akademisk Forlag í Bergen hevur givið út bókina Kjønnskrift/Kønskrift/Könskrift. Modernisme i nordisk lyrik. Í bókini eru vísindaligar greinir, sum bókmentagranskarar á universitetum í Norðurlondum hava skrivað. Yvirskipaða evnið í bókini er kyn og yrkingar, og Bergur Djurhuus Hansen viðger í greinini “Kend din krop” yrkingar eftir donsku Olgu Ravn, svenska Magnus William-Olsson og føroyska Tórodd Poulsen. Bókin er sjeynda bind í einari røð, sum eitt samstarv millum granskarar í Norðurlondum hevur sett sær fyri at geva út.

Samstarvið ber heitið Norlyr og skipar seinni í hesum mánaðinum fyri ráðstevnu í Hamar í Noregi. Evnið verður sonevnd “ecocriticism” í norðurlendskum yrkingum, og Bergur fer tá at hava fyrilestur um yrkingar hjá m.ø.  Jóanesi Nielsen. Eftir ætlan verður fyrilesturin seinni til vísindaliga grein, sum verður prentað í somu bókarøð. Granskarasamstarvið hevur heimasíðu, sum til ber at síggja her.