Kjakkvøld um dimmitendsats
18.04.2012
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Kjakkvøld um dimmitendsats

MFS fer at skipa fyri kjakkvøldi hóskvøldið 19.apríl, kl 19 í Østrømsfabrikk í Tórshavn. Evnið er dimmitendsats í Føroyum.


Dimmitendsatsur verður brúktur í Danmark, sum hjálp til nýútbúgvin, meðan tey finna sær arbeiði eftir loknan lestur.

Staðfest er í fleiri umførum at ung, ið gerast liðug við útbúgving, hava tað torført við at koma til Føroya aftur.

Tá Tórshavnar kommuna kannaði útisetar, kom fram at útbúgving var tað, sum lokkaði fólk flest til Danmark. Og at bert eini 45% komu aftur til Føroyar

At tað er torført hjá lesandi at koma til Føroyar aftaná loknan lestu, er staðfest við teimum lesandi, sum venda sær til MFS um hendan trupulleikan.

MFS hevur skotið upp at okkurt slag av arbeiðsloysisgjaldi kundi hjálpt um støðuna. Hvussu tað skal skipast, hevur MFS ikki orku til, men vil MFS vísa á henda trupuleika hjá útisetunum.

Skráin fyri kjakið:
19:00: MFS bjóðar vælkomin, og kunnar um tankan við dimmitendsatsi
19:10: Ernst Jacobsen frá Als
19:25: Johan Dahl, landstýrismaður í vinnumálum
19:40: Kjak um, hvussu ein møgulig dimmitendsatsur hevði kunnað sæð út og fíggjast?
20:20: Kjak um, hvørt dimmitendsatsur hjálpir um fólkatalið/samanseting?

MFS vil heita á øll áhugaði at luttaka í hesum týðningarmikla kjaki, og koma við sínum spurningum og ivamálum.

MFS - Føroyar