08.05.2018
Altjóða Skrivstovan Til lesandi Lestrarskrivstovan
Skriva út

Klárt at søkja um verkætlanarstuðul frá UArctic

"Styrelsen for Forskning og Uddannelse" hjá UArtic hevur nú latið upp fyri møguleikanum at søkja um stuðul til verkætlanir fyri 2018.


Talan er um ein møguleika fyri bæði føroyskar, danskar og grønlenskar UArctic-limir.

University of the Arctic (UArctic) er eitt altjóða samstarv millum universitet og aðrar útbúgvingar- og granskingarstovnar serliga frá tí arktiska økinum. Innan danska ríkið eru samanlagt 12 limir, sum nú hava høvi til at søkja um verkætlanarstuðul til útbúgvingar og granskingarvirksemi og er Fróðskaparsetur Føroya partur av hesum samstarvi.

Umsóknarfreistin er mikudagin tann 1. august 2018 kl. 12:00

Nærri kunning um stuðulsmøguleikan og hvussu søkjast kann er at finna HER