Klassiskt skeið í nýggjum (net)hami
30.05.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Klassiskt skeið í nýggjum (net)hami

Nýggja útbúgvingin í orku- og umhvørvisverkfrøði, sum Náttúruvísindadeildin bjóðar út í ár, fer at hava einstøk skeið frá deildini DTU Compute á Danmarks Tekniske Universitet.


Støddfrøðin er eitt grundleggjandi fak í øllum verkfrøðiútbúgvingum. Nú Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum í ár bjóðar út eina nýggja bachelorútbúgving í orku- og umhvørvisverkfrøði, verður undirvísingin í støddfrøði skipað á ein nýggjan hátt.

Avtala er fingin við deildina DTU Compute á Danmarks Tekniske Universitet, um at okkara studentar fylgja undirvísingini í skeiðnum MATEMATIK 1, sum er eitt felags støddfrøðiskeið fyri allar teir um 900 studentarnar, sum byrja lestur á DTU í heyst.

Skeiðið er sett til 20 ECTS (námsstig), svarandi til ein triðing av arbeiðsorkuni hjá studentinum tað fyrsta lestrarárið. Umframt vanligar fyrilestrar og bólkaarbeiði, hava tey á DTU skipa so fyri, at fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis umvegis netið (live streaming), men verða eisini 'bandaðir', so studenturin kann hyggja/lurta seinni, sum tað hóvar honum.

Studentar á Náttúruvísindadeildini, sum fylgja hesum skeiði, fáa høvið at hittast í Nóatúni til bólkaarbeiði tvær ferðir hvørja viku, har faklærari er tøkur at veita stuðul og hjálp.

Lærubókin farin á (net)bláman
Alt undirvísingartilfar er tókt á netinum, bæði vanligt lærubókatilfar, vikuseðlar, uppgávur, svar og leiðbeiningar. Um skeiðið verður m.a. sagt á heimasíðuni 01005.mat.dtu.dk:
... På Matematik 1 forsøger vi helhjertet at udnytte de muligheder for fornyelse af undervisningen, som it og nettet giver.
... Dette ønsker vi at understøtte med en bred vifte af webbaserede læringsobjekter og aktiviteter. Traditionelle undervisningsmaterialer som lærebøger og trykte ugesedler (...) erstattes af eNoter, video-instruktion og elektroniske opgaver, der udnytter link-teknologier og lægger op til en mindre lineær læringsstil.

Vitjan
Í sambandi við avtaluna við DTU Compute hevur Karsten Schmidt vitjað á Náttúruvísindadeildini í hesi vikuni. Karsten samskipar virksemið kring skeiðið MATEMATIK 1 og hevur verið við til at seta skipanina í verk, fyrst við royndarkoyringum í 2009 og við fullum seglum frá lestrarárinum 2010/2011.

Javnan verður eftirmett, hvussu hesin nýggi skeiðsformurin roynist. Sum heild hava bæði studentar og lærarar verið glaðir fyri skipanina, serliga fleksibilitetin og hetta, at studentar fáa betri umstøður at laga læringina til teirra lestrarvanar. Onkrar smærri tillagingar eru gjørdar, men bulurin er tann sami, nú skipanin fer at koyra á fjórða sinni komandi lestrarár.

Støddfrøðiforritið Maple
Ein týðandi táttur í skeiðnum er nýtsla av støddfrøðiforritinum Maple, sum er eitt tað mest framkomna amboðið av sínum slag. Umframt til støddfrøðiundirvísing á hægri stigi verður Maple eisini nógv brúkt í støddfrøði á miðnámsskúlum kring heimin. Um Maple verður m.a. sagt á nevndu heimasíðu:
... Maple er et univers af muligheder for at dyrke matematik, både når det drejer sig om at forstå de grundlæggende begreber, og når opgaven er at udforske aspekter af verden gennem visualiseringer, analytiske modeller og numeriske beregninger.

Á vitjanini varð hildin ein stutt verkstova, har Karsten Schmidt greiddi luttakarum frá um Maple og nýtslumøguleikar í undirvísingini. Millum luttakararnar vóru fleiri støddfrøðilærarar frá miðnámsskúlum.