Klinisk vegleiðaraútbúgving.
27 luttakarar í kliniska vegleiðaraskeiðnum eru nú í holtur við at leggja seinastu hond á endaligu uppgávuna, sum verður latin inn 24. mai.
Skeiðið er sjálvstøðugt stakskeið, men kann eisini vera partur av ískoytisútbúgvigini til bachelor. Skeiðið verður hildið við jøvnum millumbilum.
Sjúkrarøktarfrøðideildin og kliniska útbúgvingarstaðið samstarva við tí fyri eyga, at samanhangur er millum ástøðiligu og klinisku undirvísingina og fyri at tryggja, at lesandi ognar sær kliniskar førleikar.
Kliniskir undirvísarar hava ábyrgd av at leggja fakligu og námsfrøðiligu ætlanina til rættis, og skulu tryggja, at útbúgvingin er grundað á yrki og yrkisroyndir og at kliniska undirvísingin verður løgd til rættis við samanhangi millum ástøðiligan og kliniskan kunnleika.
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi mennir sín førleika at vegleiða, undirvísa og próvdøma/meta í klinisku undirvísingini í heilsuútbúgvingunum.
Innihaldið í skeiðinum er býtt ímillum vísindaástøði, námsfrøði og verkætlanararbeiði ávikavist 3, 5 og 2 ECTS.
Innihald
Vísindaástøði Námsfrøði Verkætlanararbeiði
3 ECTS 5 ECTS 2 ECTS
Vísindaástøði Læruástøði og lærutilgongdir Grundstøðislutir í
Heilsuvísindi Læruumhvørvi verkætlanararbeiði
Hugvísindi Læruhættir, vegleiðing og Próvførðsluástøði
Samfelagsvísindi vegleiðaraleiklutur Tekstgreining
Náttúruvísindi Refleksjón Bókmentaleiting
Eftirmeting og døming
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...