Kliniskt vegleiðaraskeið várið 2013
29.11.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kliniskt vegleiðaraskeið várið 2013

Sjúkrarøktarfrøðideildin á Fróðskaparsetrið Føroya bjóðar kliniskt vegleiðaraskeið várið 2013


Málbólkur
Skeiðið er á bachelorstøði og øll heilsustarvsfólk við miðallangari framhaldsútbúgving hava møguleika at søkja.

Tíð
Frá februar til mai 2013. Skeiðið fevnir um í alt 8 vikur, sum verður vikurnar 8, 10, 12, 15, 17, 19, 20, 21

Skeiðslýsing
Skeiðið er lýst á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetur Føroya www.setur.fo undir Sjúkrarøktarfrøðideildini
Nærri upplýsingar kunnu eisini fáast við at venda sær til Hildur við Høgadalsá, skeiðsleiðara, hildur.hogadalsa(at)skulin.fo tlf 292256

Stig
10 ECTS

Próvtøka
Skeiðið endar við einari skrivligari bólkauppgávu.
Próvdømingin er innanhýsis staðið/ikki staðið

Kostnaður
Prísur fyri skeiðið er 7000kr
Umsókn við váttaðum avriti av prógvi fyri miðallanga framhaldsútbúgving skal sendast til: Sjúkrarøktarfrøðideildin Jónas Broncks gøta 25, FO-100 Tórshavn í seinasta lagi 4. Januar 2013

Oyðublað til umsóknina fæst á heimasíðuni.

Endamál
At lesandi mennir sín førleika at vegleiða, undirvísa, próvdøma og eftirmeta innan kliniska partin av heilsuútbúgvingunum.

Innihald
Læruástøði og lærutilgongdir
Læruumhvørvi
Læruhættir og vegleiðing
Eftirmeting og meting
Verkætlanarfrágreiðing
Undirvísing
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kjak, bólkaarbeiði og framløgur

Skeiðsleiðari
Hildur við Høgadalsá