Knappliga helvtin av foreldrunum hava svarað
28.06.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Knappliga helvtin av foreldrunum hava svarað

Kanningin um málmenning, sum Sissal M. Rasmussen á Føroymálsdeildini stendur fyri, hevur nú verið í gongd í ein knappan mánað


Sissal er ovurfegin um tey mongu, sum hava svarað kanningini.

“Eg vil fegin veita øllum teimum, sum hava svarað mína hjartans tøkk, tit hava verið heilt ótrúlig at stuðla verkætlanini. Uttan tykkum eingin kanning” sigur Sissal M. Rasmussen. Innsavning verður aftur á várið 2014 og tá fáa foreldur eina nýggja áheitan um at luttaka.

Á ráðstevnu um barnamál í Danmark i vikuni, greiddi Sissal stutt frá kanningini og kundi hon siga teimum, at knappliga helvtina av foreldrunum  at børnum í aldrinum 8 mánaðir til 36 mánaðir høvdu svarað. Granskararnir á ráðstevnuni vóru ovfarnir og klappaðu fyri føroysku foreldrunum.

Enn ber til at fara inn á heimasíðuna www.setur.fo/malmenning og taka lut í kanningini. Tey sum vilja vera við í lutakastinum um barnabøkur mugu svara áðrenn 1. juli 2013.

Kanningin um málmenningina hjá føroyskum smábørnum, byrjaði fyrst í juni mánað í ár, tá ið øll foreldur at børnum í aldrinum 8 mánaðir til 36 mánaðir fingu innbjóðing um at vera við í kanningini. Hon er liður í ph.d-verkætlan hjá Sissal M. Rasmussen, ph.d. lesandi á Føroyamálsdeildini. Granskingarráðið, Syddansk Universitet, Fróðskaparsetrið og Sernám stuðla verkætlanina.