Knúsa russiska propagandamúrin
Miðlaportalurin Meduza stríðist fyri tali- og skrivifrælsinum í Russlandi. Týskvøldið 15. mars kl. 19.00 verður í stjórin á Meduza, Ivan Kolpakov, í Norðurlandahúsinum, har hann fer at greiða frá um gongdina í Russlandi undir Putin og um stríðið hjá Meduza
- Tað vit stríðast fyri, er tali- og skrivifrælsi í Russlandi.
Tað sigur Ivan Kolpakov, stjóri í Meduza, ið er ein russiskur miðlaportalur í útlegd. Í 2014 rýmdu umleið 20 fólk úr Moskva til Riga í Letlandi, og settu eina frælsa russiska pressu á dagsskránna.
Í dag hevur Meduza 4 mill. vitjandi um mánaðin. 70 prosent av teimum eru úr Russlandi. Men hvønn dag liva tey við hóttanini um, at Putin trýstir á STOPP-knøttin og tíðindaheimasíðan verður læst fyri fólki í Russlandi.
Ivan Kolpakov lýsir gongdina í Russlandi undir Putin, um propagandamúrin, sum Putin hevur sett upp í Russlandi.
Í Norðurlandahúsinum týskvøldið 15. mars kl. 19. Ókeypis atgongd.
Tað er VITSKA, ið skipar fyri. VITSKA er afturvendandi tiltak, sum Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið skipa fyri.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...