m_Follow_the_Leader_-_Leadership_Concept_with_Paper_Airplanes (2).jpg
20.12.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Kom á stakskeið í Leiðslu og skipan

Nú kanst tú tekna seg til stakskeið á vældámdu masterútbúgvingini í Leiðslu og skipan. Tilmeldingarfreist er 17. januar

Nýggja masterútbúgvingin í Leiðslu og skipan á Setrinum fær sera góð skoðsmál frá teimum lesandi, sum sæst í afturmeldingunum, ið júst eru komnar:

"Eitt frálíkt skeið, saman við frálíkum undirvísarum og studentum".

"Góðar samrøður. Gott netverk. Engasjeraðir undirvísarar."

"Gott, at vit alla tíðina minna hvør annan á at føra aftur, reflektera og perspektivera til tann føroyska kontekstin. Leiðsla í Føroyum”.

"At útbúgvingin verður skipað fríggjadag seinnapart og leygarmorgun ger tað møguligt hjá mær at sameina arbeiðslív og undirvísing. Takk fyri hetta hálva árið!"

Tey lesandi eru í stóran mun privatir og almennir leiðarar av ymsum slagi, sum hava sett sær fyri at menna sínar leiðsluførleikar á akademiskum stigi. Tey, sum taka fulla masterútbúgving, taka átta modul upp á 120 ECTS-stig tilsamans, men nú verður latið upp fyri møguleikanum at tekna seg til einstøk stakskeið á útbúgvingini. Hetta er ein sera góður møguleiki at hvessa sær vitið og at uppstiga leiðslu-amboðskassan.

Tað skeiðið, sum stendur fyri framman, eitur Organisatiónsmentan, strategisk leiðsla og broytingarleiðsla og er modul 2 í masterútbúgvingini. Skeiðið gevur 15 ECTS-stig.

Organisatiónsmentan, strategisk leiðsla og broytingarleiðsla

Á hesum stakskeiðinum fara lesandi og undirvísarar at hugsavna seg um trý ymisk leiðsluøki, sum meira og minni eru heft hvør at øðrum.

Hvat sigur gransking og ástøði um hvørt av hesum leiðsluøkjum, hvussu ávirkar tað leiðsluna í verki, og hvat er serligt við hesum í einum samfelagi sum okkara í Føroyum, har vit eru so nær og so smá?

Ein góður leiðari má hava haldgott og neyvt innlit í organisatiónsmentanina, sum valdar á stovninum, virkinum ella fyritøkuni, tí normar, virði og meiningar mynda jú gerandisdagin, og hetta er "pallurin", sum leiðarin hevur til at útinna sína leiðslu á. Leiðarin og starvsfólkini arbeiða saman í galdandi stovnsmentanini, har kjarnuuppgávan, ið legitimerar stovnin ella fyritøkuna, skal loysast.

Síðani koma vit til strategiska leiðslu, sum er eitt hent amboð, tá setast skal út í kortið og flytast fram á leið, og arbeitt verður út frá missión og visjón.

Á triðja og seinasta parti av skeiðinum seta vit broytingarleiðslu á dagskránna. Broytingarleiðsla er mangan ein avleiðing av strategiskari leiðslu. Broytingarleiðsla kann verða ein avbjóðing, tí starvsfólk kunnu gerast ørkymlað og ótrygg í broytingartilgongdini, har nógv nýtt og øðrvísi kemur á breddan. Í hesum føri er uppgávan hjá leiðaranum at samskifta klárt og greitt, at læra frá sær og lætta um, at greiða og greina fyri starvsfólkunum tað, ið henda skal, so nýggi veruleikin gevur meining fyri hvønn einstakan og tær arbeiðsuppgávur, sum viðkomandi starvsfólk er sett til at loysa.

Skeiðið er skipað sum parttíðarlestur við undirvísing umleið triðjahvørt vikuskifti (fríggjadag frá klokkan 14:00 -17:00 og leygardagar frá klokkan 9:00 - 14:00. Tað vil siga, at undirvísingin er løgd til rættis soleiðis, at ein kann lesa og røkja sítt starv samstundis.

Upptøkutreytin er lokið bachelorprógv á universitetsstigi.

Skeiðið er gjaldsskeið, og kostnaðurin er 30.000,- krónur fyri hvørt modul (sum í hesum føri fevnir um øll tey trý økini: Organisatiónsmentan, strategisk leiðsla og broytingarleiðsla).

Sí alla útbúgvingina her. Og vikuætlanina á somu síðu høgrumegin.

Umsóknarfreistin er 17. januar.

Umsóknarblað er her.

Eru spurningar viðvíkjandi útbúgvingini, eru tit vælkomin at seta spurningar til Súsonnu Olsen, útbúgvingarleiðara, susannao@setur.fo ella ring +298 299434.