Kom í Sjólon og hoyr um útbúgvingarmøguleikar
Mikudagin 13. juni 2018 kl. 16 verður skipað fyri kunningartiltaki fyri bachelorútbúgvingarnar lívfrøði, KT-verkfrøði og sjúkrarøktarfrøði og masterútbúgving í heilsuvísindum.
Tiltakið verður í Kongshøll í Sjólon, Vestarubryggju 15, í nýggju hølunum har Náttúruvísindadeildin og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi halda til.
Framløgur verða um hesar útbúgvingarmøguleikar:
- B.Sc. í havlívfrøði, í mýlalívsvísindum og í vistfrøði
- B.Sc. í KT-verkfrøði
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- M.Sc. í heilsuvísindum
Lesandi luttaka eisini í kunningini og høvi verður at spyrja nærri bæði um sjálvar útbúgvingarnar og útbúgvingarumstøður annars. Tú fært møguleika fyri at vitja venjingarstovu og laboratorium og royna teg við eitt nú at isolera títt DNA, síggja venjing innan sjúkrarøktarfrøði, at kunna teg um feltarbeiði innan lívfrøði eina og at síggja og kunna teg nærri um hardware til KT v.m.
Eisini verður skipað fyri rundvísing í Sjólon, har møguleiki verður fyri at síggja nýggju hølini hjá Setrinum.
Vit bjóða fingramat, kaffi, te og vatn
Tiltakið byrjar sum sagt kl. 16 í Sjólon á Vestarubryggju og øll eru hjartaliga vælkomin
Náttúruvísindadeildin og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...