Kom og blív klókari upp á ein tíma
Søgu- og samfelagsdeildin á Setrinum bjóðar almenninginum til stuttar framløgur á middegi, kallaðar Fróðskaparflísin, har tú kanst ogna tær vitan í døgurðatímanum
Søgu- og samfelagsdeildin heldur til í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn, og á veghæddini har verða í vár aftur Fróðskaparflísar í døgurðatímanum. Talan er um lærdar framløgur, ætlaðar almenninginum. Dagfesting og stuttur tekstur um hvørja framløgu sær eru lýst niðanfyri.
22. mars klokkan 12:00
Bárður Larsen, lektari í løgfrøði: "Trupulleikin við ómakaleysum láni av lógum og stovnum".
Framløgan hjá Bárði Larsen á middegi 22. mars tekur støði í eini fakgrein í danska tíðarritinum Juristen, kallað "Problemet med den ubekymrede retlige transplanation”.
Greinin ger vart við, at lán av fremmandum lógum og skipanum hevur altíð verið og fer altíð at vera. Tað er natúrligt at skeita til onnur og fáa fyrimun av teirra royndum, serliga tá talan er um kravmiklar skipanir fyri samfeløg við avmarkaðari orku. Í mongum førum er eisini meira týðandi fyri fólk og samfeløg at hava eina skipan, enn júst hvørja skipan tey hava. Tað eru dømi um, at høpi (kontekstur) ikki hevur stórvegis týdning, og tá kann tað vera skynsamt at læna uttan meira hóvasták. Í øðrum førum er høpi týðandi. Við høpi kann her verða sipað til mentan, politiska og rættarliga søga og ikki minst stødd. Høpi kann hava við sær, at skipanir frá nógv størri londum ikki kunnu lænast og skalerast niður og kortini virka á sama hátt sum í upprunalandinum.
Greiðasta eyðkennið fyri, at eitt lán hevur verið skynsamt (rationelt) er, at lænta lógin ella skipanin hevur verið partur av gjølligari lokalari fakligari og politiskari viðgerð, har tað er mett um, hvørt mentan og samfelagsligt høpi hevur týdning fyri lánið. Hevur høpi týdning, eiga “fingramerki” at vera eftir, at lánið í ein ella annan mun er lagað til fortreytir í móttakarasamfelagnum.
Eyðkennið fyri minni skynsamu ella sorgleysu tilgongdina til lán er øvugt, at skipanin er tikin reint og polerað yvir frá upprunalandinum uttan spor eftir kritiskar eftirmeting og tillaging. Serliga trupul eru lán av lógum og skipanum fyri at generera legitimitet og fáa fatur á good-will frá londum, sum ein helst vil verða samanborin við. Slík lán hava lyndi til at skapa tann hugburð, at rationelt kjak er ein hóttan móti skipanini, sum er lænt. Løgtingsins umboðsmaður verður framhevjaður sum dømi um hetta seinasta.
12. apríl klokkan 12:00
Hans Andrias Sølvará, professari í søgu: "Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum".
Framløgan hjá Hans Andriasi Sølvará á middegi 12. apríl byggir á bókina, sum hann gav út nýliga um bumbuatsóknina móti løgtingshúsinum.
Klokkan 00.55, náttina til 18. september 1945, brast ein bumba við løgtingshúsini, sum elvdi til stóran materiellan skaða í øllum økinum. Eingin fólkaskaði hendi, og eingi vórðu skuldsett.
Við støði í higartil loyniligum samtíðarkeldutilfari hjá løgregluni er hetta bumbumál kannað í bókini "Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945" (Fróðskapur 2022).
Í bókini verður hetta tilfarið lýst og greinað við støði í ymiskum hypotesum, sum eru settar fram um, hvat upprunaliga ætlanin hjá bumbumanninum – ella -konuni – mundi vera við atsóknini. Tað hevur m.a. verið ført fram, at talan var um eina morðroynd móti Peturi Mohr Dam.
Í framløguni, sum byggir á bókina, verður m.a. spurt 1) hvussu tað varðveitta keldutilfarið kann brúkast fyri at lýsa bumbumálið, 2) hvørjar tær upprunaligu ætlanirnar hjá tí ókenda bumbufólkinum mundi vera við atsóknini, 3) um hald mann vera í seinni framsettum hypotesum, 4 og hvønn samfelagsligan samanhang atsóknin mest sannlíkt var ein partur av. Útgangsstøði er ikki at prógva nakra hypotesa, men heldur ein Poppersk roynd at útihýsa, falsifisera, onkra fatan/hypotesu.
26. apríl klokkan 12:00
Erika Anne Hayfield, lektari í samfelagsvísindum: "At finna meining í lockdown: Ein kanning av COVID-dagbókum".
Í framløgu síni 26. apríl á middegi verða úrslit úr 51 koronadagbókum og samrøðum løgd fram.
Granskingarverkætlanin setur sjóneykuna á fyrstu tíðina við COVID-19, tá Føroyar og restin av heiminum fór niður í ferð – eitt tíðarskeið uttan fordømi.
COVID-19 kreppan elvdi til stórar broytingar og órógv av alstórum týdningi. Á fakmáli kann hetta tíðarskeiðið sigast at vera ein sonevnd ”cosmology episode”, sum er ein undantaksstøða, har alt tað, vit kenna og liva eftir, verður ókent og løgið. Í einari “cosmology episode” royna fólk at finna høpi í støðuni (sense-making) og tillaga seg til nýggja veruleikan.
Kanningin varpar ljós á mótstøðuføri (resilience processes), sum eru evnini at yvirliva og finna fram til ein nýggjan normalitet. Úrslitini verða sett í føroyskan samanhang, og kannað verður, hvønn týdning tað hevði á mótstøðuførið at vera eitt lítið oyggjasamfelag í lockdown.
17. mai klokkan 12:00
Andras M. Mortensen, lektari í søgu: "Seyðabrævið og kongligur lóggávupolitikkur síðst í 1200-talinum".
Á middegi 17. mai fer Andras M. Mortensen aftur í søguna at lýsa skiftið frá eini høvdingagrundaðari skattaskipan til eina garðsgrundaða skattaskipan.
Seyðabrævið frá 1298 var eitt ískoyti til Landslógina, sum varð lógtikin á teimum norsku løgtingunum í 1274 og send til Føroya umleið 1280. Varðveitslan av teimum báðum gomlu frábrigdunum av Seyðabrævinum, onnur í Kongsbókini og hin í Lundarbókini, bendir á, at lógarteksturin varð sendur til alting føroyinga at verða endaliga orðaður og samtyktur, áðrenn hann varð endaliga skipaður, og ásetingarnar vísa, at meginfyrisitingin í Noregi legði upp fyri, at rættar- og vinnuviðurskiftini vóru serlig í tí føroyska skattlandinum, men eisini, at kongadømið førdi ein miðvísan búskaparpolitikk, har høvuðsendamálið var at staðfesta ognir og virðir hjá gørðunum í Føroyum.
Tað yvirskipaða endamálið tykist at hava verið at innføra eina nýggja garðsgrundaða skattaskipan ístaðin fyri ta høvdingagrundaðu skattaskipanina, sum verður umrødd í samtíðarkeldum úr endanum av 1100-talinum og byrjanini av 1200-talinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin til fróðskaparflísarnar og takið endiliga matpakkan við.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...