angist.jpg
Próvtøkuangist er rættiliga vanligt fyribrigdi, og nú verður tiltak um júst tað fyri elsandi á Setrinum (Foto: freerangestock.com)
Brynhild Thomsen
31.05.2022
Setrið
Skriva út

Kom og fá góð ráð um próvtøkuangist

Hósdagin 2. juni klokkan 15-16 bjóðar Fróðskaparsetur Føroya øllum lesandi, sum hava próvtøkuangist, til zoom-seminar við Jegvani Bæk, sálarfrøðingi, sum kemur við góðum ráðum um, hvussu ein best kann stýra angistinum

Jegvan Bæk, sálarfrøðingur, hevur drúgvar royndir, tá tað snýr seg um at hjálpa fólki við angist, eisini próvtøkuangist.

Nú próvtøkutíð er, bjóðar Setrið lesandi, sum stúra og hava angist fyri próvtøkum, eitt zoom-seminar við Jegvani Bæk um at handfara próvtøkuangist.

Seminarið verður á zoom hósdagin 2. juni frá klokkan 15:00 – 16:00.

Zoom-leinkið er her.

Hesaferð verður ráðgevingin á zoom, men Fróðskaparsetrið hevur í hyggju at slík sálarfrøðilig ráðgeving skal skipast í fastar karmar, og at tiltøkini ikki bara skulu vera talgild.

So, øll tit lesandi, sum ræðast próvtøkurnar: Komið á zoom hósdagin og fáið nøkur hent amboð til at fáa tamarhald á próvtøkuangistini.

**

Sálarfrøðingurin mælir til at hyggja eftir og læra av filminum hjá Lars Mygind og Hanne Heilesen um tankafeltterapi fyri próvtøkuótta.

Filmurin sæst her.