Skriva út
Kom og kanna...!
Vísindasýningar eru ein máti at miðla vísindi undir heilt øðrvísi umstøðum enn vanligt.
Á Vísindavøku luttekur Setrið bæði við fyrilestrum og framsýningarbási, og lesandi á Námsvísindadeildini hava átikið sær at skipa fyri vísindasýning, har børn (og vaksin) hava høvi at kanna ymiskt innan jarðriv og mold.
Valið fall á hesi evni, tí tey lesandi hava arbeitt við náttúruvísindaligum háttaløgum, og hava í tí sambandi arbeitt við ávirkanini av veðri og biti á føroyska lendið.
Á básinum verður ymiskt at gera sjálv, m.a. við sjóneyku at síggja elasmá dýr sum liva í mold, og at royna hvussu veðurfyribrigdi ávirka jarðriv.
Eisini verður høvi at svara spurnablaði um matpakkar.
Føroyamálsdeildin og Søgu- og samfelagsdeildin skipa fyri spurnakappingum um mál, bókmentir og søgu.
Vísindavøkan 2014 er fríggjadagin 26. september frá kl. 8-22.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...