Screenshot 2023-06-16 at 14-35-45 Dátuvísindi.png
20.06.2023
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Kom og les master í Dátuvísindum

Fróðskaparsetrið bjóðar spennandi og avbjóðandi masterútbúgving í Dátuvísindum, sum er skipað sum parttíðarlestur og tí væl kann samansjóðast við arbeiði annars

1. juli er umsóknarfreistin til at søkja um lestrarpláss á nýggju masterútbúgvingini í Dátuvísindum, sum veitir serstakliga viðkomandi og fjøltáttaðar møguleikar fyri at fáa spennandi starv eftir loknan lestur.

Endamálið við masterútbúgvingini er at nøkta stóra tørvin á høgt útbúnum starvsfólki í KT-vinnuni og at taða jørðina fyri framtíðar KT-gransking á ph.d-stigi.

Av serligum áhuga er kollveltingin, sum hendir nú við tilgjørdum viti, har maskinlæring og djúp læring eru ein aðaltáttur.

Útbúgvingin leggur tí stóran dent á júst tilgjørt vit (AI), tólnet (IoT) og KT-trygd, umframt at møguleiki er fyri valfríum skeiðum/verkætlanum svarandi til 30 ECTS.

Høvuðsdenturin í útbúgvingini er lagdur á serútbúgving í KT til dátugreining, tilgjørt vit og tólnet, umframt at møguleiki eisini verður at serútbúgva seg á øðrum økjum, so sum forritan og menning av tryggum KT-skipanum (KT-trygd).

Lesið meira um útbúgvingina her.

Søkið um lestrarpláss her.