Kom tú eisini og les master á Setrinum
Nakrir dagar eru eftir til umsóknarfreistina leygardagin 1. juli, og teir eigur tú kanska at brúka til at skriva umsókn um lestrarpláss á masterútbúgving á Setrinum
MSSc í Samfelagsvísindum og Stjórnmálafrøði er masterútbúgving á Setrinum, sum tekur tvey ár, og sum gevur hollar førleikar til at arbeiða í privata, almenna og sjálvbodna geiranum. Eisini verður tú væl ílatin til víðari lestur á ph.d.-stigi, um tú skuldi havt hug at tikið granskaraútbúgving omaná.
Heini í Skorini, ph.d. og lektari, er útbúgvingarleiðari á hesi útbúgvingini, sum er ein sterk samfelagsvísindalig útbúgving, ið byggir á vitan og royndir bæði altjóða og úr Føroyum.
Útbúgvingin viðger samanspælið millum menniskju og samfelagsins sosialu og politisku strukturar og stovnar. Umframt hetta mennir útbúgvingin eisini førleikan at hugsa vísindaligt og tvørvísindaligt og arbeiða við ymiskum vísindaligum háttaløgum. Samstundis kunnu lesandi menna ein sjálvstøðugan fakligan profil, og við praksislæru á triðja semestri leggur útbúgvingin eisini dent á praktiskar førleikar og gott samband við arbeiðsmarknaðin.
Útbúgvingin mennir evnini hjá lesandi at arbeiða við samfelagsligum og stjórnmálafrøðiligum viðurskiftum og leggur dent á kritiska hugsan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Útbúgvingin hevur eisini til endamáls at menna førleikar til at virka bæði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum og í størri londum og altjóða samanhangum.
Umsóknarblað er her.
Les meira um útbúgvingina her.
Master í Søgu
Lesur tú master í Søgu, fært tú hollar førleikar til at arbeiða við søguligum og samfelagsligum uppgávum í privata, almenna og sjálvbodna geiranum. Og eisini her fært tú møguleikan til at lesa víðari á ph.d.-stigi.
Heini í Skorini, ph.d. og lektari, er eisini útbúgvingarleiðari á hesi útbúgvingini, sum er ein sterk samfelagsvísindalig útbúgving, ið byggir á vitan og royndir bæði altjóða og úr Føroyum.
Útbúgvingin viðger samanspælið millum fortíð og nútíð og hvussu søguligar gongdir hava slóðað fyri dagsins samfelagi. Útbúgvingin leggur dent á at greina søguligar hendingar, tíðarskeið og evnir, sum hava myndað fortíð og nútíð. Umframt hetta mennir útbúgvingin eisini førleikan at hugsa vísindaligt og tvørvísindaligt og arbeiða við ymiskum vísindaligum háttaløgum. Samstundis kunnu lesandi menna ein sjálvstøðugan fakligan profil, og við praksislæru á triðja semestri leggur útbúgvingin eisini dent á praktiskar førleikar og gott samband til arbeiðsmarknaðin.
Umsóknarblað er her.
Les meira um útbúgvingina her.
Master í Føroyskum
M.A. í føroyskum máli og bókmentum er útbúgving á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum og mennir evnini hjá lesandi til kritiska støðutakan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði.
Zakaris Svabo Hansen, varadekanur og námslektari, er útbúgvingarleiðari á masterútbúgvingini, sum gevur hollar undirvísingarførleikar á miðnámsstigi og hægri skúlum. Eisini fært tú góðar førleikar til at arbeiða í eitt nú fjølmiðlum, á forløgum, sum týðari og málsligur ráðgevi.
Fróðskaparsetrið bjóðar nýggj skeið út á hvørjum ári og tað ber til at seta saman útbúgvingina eftir egnum áhuga. Áherðsla verður løgd á dýpdarkunnleika um føroyskt mál og bókmentir. Harumframt verður dentur lagdur á at menna førleikar at nýta viðkomandi vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.
Umsóknarblað er her.
Les meira um útbúgvingina her.
Master í Dátuvísindum
M.Sc. í Dátuvísindum er nýtt tilboð á Fróðskaparsetri Føroya, sum hevur til endamáls at nøkta tørvin á høgt útbúnum starvsfólki í KT-vinnuni og at skapa grundarlag fyri KT-gransking á ph.d.-stigi.
Hannes Gislason, ph.d. og professari, er útbúgvingarleiðari á hesi masterútbúgvingini, sum leggur stóran dent á kollveltingina, sum er við m.a. tilgjørdum viti (AI), maskinlæring og djúpari læring. Útbúgvingin leggur tí áherðslu á tilgjørt vit, tólnet (IoT) og KT-trygd, umframt at møguleiki er fyri valfríum skeiðum/verkætlanum svarandi til 30 ECTS-stig.
Tínir framtíðarmøguleikar við hesari útbúgvingini í skjáttuni eru mangir og fjølbroyttir, tí tørvurin á arbeiðsmarknaðinum er so stórur og vaksandi á fólki við hesum førleikum.
Útbúgvingin er í 2023 skipað sum parttíðarlestur og kann takast upp á fýra ár. Frá 2024 verður útbúgvingin ætlandi bjóðað bæði fulla tíð, sum tekur tvey ár, og sum partíðarlestur.
Umsóknarblað er her.
Les meira um útbúgvingina her.
Master í Leiðslu og Skipan
Við hesari masterútbúgvingini fært tú granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nútímans organisatiónum. Serligur dentur er lagdur á at menna førleikar hjá teimum lesandi 1) at skilja, greina og kjakast um torskildar organisatoriskar avbjóðingar; 2) at eyðmerkja trupulleikar, at hugsa og virka strategiskt; 3) at fyrireika seg til leiðsluleiklutir; 4) at skilja týdningin av sjálvsleiðslu og sambandi millum starvsfólk; og 5) at menna leistir til leiðslu, fyrisiting og til organisatoriskan framburð, sum vísa samfelagsábyrgd og eru etiskt haldgóðir.
Súsanna Olsen, námslektari, er útbúgvingarleiðari á hesi masterútbúgvingini, sum brynjar teg til leiðslu á bæði almenna, privata og sjálvbodna geiranum.
Master í Leiðslu og Skipan er skipað sum parttíðarlestur, og undirvísingin fer fram fríggjaddag seinnapart og leygardag fyrrapart, so at lesandi kunnu røkja sítt starv við síðina av lestrinum.
Útbúgvingin er skipað í tveir partar, har møguleiki er at steðga, eftir at 1. partur er staðin. Tað gevur rætt til prógv við heitinum: Diplom í Leiðslu og Skipan á masterstigi.
Hendan útbúgvingin kostar 2000 krónur fyri hvørt ECTS-stig.
Umsóknarblað er her.
Les meira um útbúgvingina her.
GG: STÓRA UMSÓKNARFREISTIN - EISINI FYRI BACHELORÚTBÚGVINGARNAR - ER 1. JULI
Lesið meira um upptøkuna her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...