01.08.2017
Skriva út
Komst tú ikki inn á dreymaútbúgvingina?
4 góð ráð
Komst tú ikki inn á dreymaútbúgvingina?
4 góð ráð
Um tú ikki komst inn á útbúgvingina, ið tú valdi, ert tú ikki einsamøll/einsamallur.
Orsøkin kann vera at tú ikki lýkur upptøkutreytirnar, t.d. at tú ikki hevði nóg høgt miðaltal ella at førleikarnir til kvotu 2 ikki vóru nóg góðir.
Men tá fyrsta vónbrotið hevur lagt seg, eru nógv ráð at finna hjá lestrarvegleiðarnum á útbúgvingarstovnunum.
- Far ikki í panik! – kanna fyrst um noktandi svarið er rætt.
- Finn orsøkina – Hví komst tú ikki inn? Tað ber eisini til at venda sær til lestrarvegleiðingina á skúlanum, tú søkti inn á og fáa eitt meira nágreiniligt svar.
- Ger møguleikan fyri at sleppa inn næsta ár størri – kanna hvussu stórir møguleikarnir eru fyri at sleppa inn á dreymaútbúgvingina næsta ár. Liggur títt miðaltal langt frá upptøkutreytini til kvotu 1? Kanst tú betra um tínar førleikar og søkja gjøgnum kvotu 2? Eisini her ber til at tosa við ein lestrarvegleiðara um tínar møguleikar.
- Enn eru tøk pláss – Kanska eru onkur tøk lestrarpláss sum passa tær, ella sum minna um útbúgvingina, sum tú søkti inn á. Hvat hevur mest týdning fyri teg? At byrja uppá hægri lestur í ár, ella kanst tú bíða fyri at koma inn á dreymaútbúgvingina?
Tøk pláss beint nú:
Føroyar: á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya – setur.fo - kanst tú frá 7. august síggja hvørji lestrarpláss eru tøk.
Danmark: ledige pladser
Noreg: ledige studieplassar
Svøríki: antagning.se
Stórabretland: search.ucas.com vel “CLEARING”
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...