Kongshøll full av nýggjum lesandi
Í dag var fyrsti dagur hjá 275 nýggjum lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum nú hevur 1039 lesandi tilsamans
Klokkan var júst farin av níggju, tá streymurin av nýggjum lesandi so smátt tók seg upp á Vestaru bryggju í Havn. Í dag byrjar innleiðsluvikan á Fróðskaparsetrinum, og Lestrarskrivstovan hevur gjørt nógv burturúr, so at tey nýggju lesandi skulu fáa eina góða og viðkomandi lestrarbyrjan.
Í fjør vóru strong koronutiltøk við maskum og smáum bólkum, tá innleiðsla var. Í ár sluppu øll at byrja saman og uttan masku
Í gongini uttan fyri Kongshøll tóku lestrarvegleiðarar og starvsfólk á Lestrarskrivstovuni ímóti teimum nýggju lesandi, sum fingu lestrarkort og byrjanarpakka við viðkomandi tilfari
So mong vóru møtt, at rektarin mátti biðja húsavørðin um at heinta fleiri stólar. Her hevur Chik Collins fingið eyga á eitt tómt pláss í erva og roynir at stýra streyminum rætta vegin
Ráð teirra lesandi var eisini á blettinum. Tey vilja hava nýggj lesandi at vera virkin lestrarpolitiskt og eggja teimum til at taka lut og bjóða seg fram
Høllin var fullsett, tá Chik Collins, rektari, bjóðaði vælkomin. Í fyrsta lagi vil hann hava tey lesandi at gera sær ómak við lestrinum og at fullføra útbúgvingina, men hann bað tey eisini um at vera virkin sosialt og geva undirvísarum afturboðan og á tann hátt vera við til at menna eina kritiska eftirmetingarmentan. Hann rósti høvuðsstaðnum og segði, at Havnin er ein deiligur býur, men at tú ikki ordiliga merkir, at talan er um ein universitetsbý - enn. Hann vónar, at kampusarbeiðið fer at røkka á mál, og at Havnin tá veruliga verður universitetsbýur
Rannvá Dávadóttir er leiðari á Lestrarskrivstovuni. Í síni røðu segði hon m.a., at tey 275 nýggju lesandi eru millum 19 og 62 ár, at miðalaldurin er 30, at 64 prosent eru kvinnur og bara 36 prosent eru menn. Hon bað - eins og rektarin - tey lesandi um at brúka tænasturnar á Lestrarskrivstovuni og fer á kunnandi tiltaki í morgin í auluni á Frælsinum at greiða nærri frá teimum
Virkni íverksetarin, Rúnar Reistrup, hevur rokkið mongum málum á síni starvsleið og er nú stjóri á YunoJuno. Í dag var hann gestarøðari í Kongshøll og segði, at tey hava valt púra rætt at fara undir hægri lestur. Gamaní kann ein altíð ivast í, um ávísa útbúgvingin er tann heilt rætta, men ikki, at hægri útbúgving er røtt. "Hetta er helst besta avgerð, tit nakrantíð hava tikið", segði Rúnar Reistrup og rósti eisini Setrinum við hesum orðum: "Frá at hava verið ein viðfáningur, er Setrið blivið ein grundsúla, sum eg stoltur greiði fólki frá"
Tey lesandi fingu eisini sera vælspældan klassiskan musikk frá Jóhannesi Andreasen (flygul) og Joost Bosdijk (fagott)
Og tá klokkan var 11, fóru tey nýggju lesandi út á sína Setursdeild. Fimm deildir eru: Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin, Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði, Námsvísindadeildin og Søgu- og samfelagsdeildin
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...