Konjunkturmeting frá Búskaparráðnum
Búskaparráðið metir, at samlaði búskapurin veksur við 4,6 prosentum í 2021. Korona setir framvegis búskaparlig fingramerki, og afturgongdin í búskapinum í fjør var 4,8 prosent leypandi prísum
Búskaparráðið mælir í nýggjastu konjunkturfráðgreiðingini til:
At hildið verður fram við støðugum fíggjarpolitikki. Tørvur er ikki á at hækka ella lækka almennu
íløgurnar. Stórur tørvur er á eini støðugari langtíðar íløgu- og rakstrarætlan.
At hjálparpakki verður veittur til ferðavinnuna, so at vinnan og vitanin har ikki fer fyri skeyti.
At størri upphædd verður kravd inn fyri rættindi til tilfeingi í ali- og fiskivinnuni.
At farið verður undir tillagingar av inntøkum og útreiðslum hjá tí almenna, tá tað ræður um tørvin
á vælferðartænastum í framtíðini
Lesið samandráttin av várfrágreiðingini frá Búskaparráðnum her.
Lesið alla búskaparfrágreiðingina her.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...