Kortlegging av ílegumeinginum hjá silvurfiski
Amplexa Genetics og Fróðskaparsetur Føroya hava samstarvað um eina verkætlan, ið hevur sum endamál at kortleggja ílegumeingið (genomið) hjá silvurfiski.
Silvurfiskurin er eitt fyrndargamalt veingjaleyst skordjór, ið varð til fyri umleið 400 milliónum árum síðani. Silvurfiskurin er sera áhugaverdur, og kortlegging av ílegunum kann avdúka spennandi biokemiskar eginleikar hjá hesum frumdjóri.
Elisabet Thomsen, mýlalívfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur arbeitt við hesi verkætlan. Hon hevur fingið vegleiðing frá Sunnvør K. í Kongsstovu, ph.d.-lesandi (Amplexa Genetics) og Svein-Ole Mikalsen, professara (Fróðskaparsetur Føroya).
Verkætlanin hevur eydnast sera væl. Elisabet hevur m.a. staðfest, at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum. Hon hevur gjørt fyrstu savningina (de novo assembly) av arvastreinginum hjá hesum djóri, og har funnið útav, at samlaðu ílegurnar eru umleið 2,5 Gb, næstan líka nógvar sum hjá menniskjanum.
Elisabet vardi skrivligu uppgávuna hjá sær 16.06.17, sum hilnaðist sera væl. Hon fekk sett punktum við útbúgvingina við einum flottum 12 tali.
Stuðlað verkætlanini hava:
Amplexa Genetics
Fróðskaparsetur Føroya
European Molecular Biology Laboratory - European Bioinformatics Institute.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...