Kr. 2,2 mió. frá EU Horizon 2020 til Fróðskaparsetur Føroya
13.05.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Kr. 2,2 mió. frá EU Horizon 2020 til Fróðskaparsetur Føroya

Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini (NVD), hevur fingið játtað €290.000 frá EU Horizon 2020 til eina granskingarverkætlan um motorar til elbilar.


Verkætlanin snýr seg um at endurnýta permanentar magnetir úr el- og hybridbilum, fyri síðan at framleiða nýggjar motorar. NVD skal menna motorar, sum eru serliga væl egnaðir til endurnýtslu. Peningurin, sum er játtaður til NVD, skal brúkast til at seta ein ph.d. student og til aðrar útreiðslur í samband við granskingarverkætlanina.

Umsóknin varð skriva saman við fleiri evropeiskum samstarvspartnarum, so sum Fiat í Italia, KU Leuven í Belgia, Institut Jozef Stefan í Slovenia, University of Birmingham í Bretlandi, Valeo í Fraklandi og øðrum. Umsóknin fekk serstakliga gott skotsmál, har serligur dentur varð lagdur á vísindaliga ávirkan (impact) og skipanina av verkætlanini.

Samlaða játtanin til verkætlanina er 3,8 mió. evrur. Harav fara 290.000 evrur til Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er fyrstu ferð, at Fróðskaparsetur Føroya fær pening úr EU Horizon 2020.