Kreativitetur í list og vísindum
Tað, at ein nýggj útbúgving í listaligum arbeiði fer í gongd í heyst, merkir eisini, at Fróðskaparsetrið gerst karmur um gransking innan list og kreativitet.
Eitt úrslit av hesi gransking varð lagt fram á ráðstevnu um kreativitet í list og vísindum á University of Bristol í apríl. Ráðstevnan, ið varð fyriskipað í samstarvi við British Society of Aesthetics undir heitinum Creativity Across the Arts and Sciences, fevndi um eina røð av framløgum, harímillum eina framløgu hjá Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðara í listaligum arbeiði.
Nýhugsan og nýskapan verða mangan nýtt sum slagorð í dagsins vitanarsamfelagi, men okkara fatan av hesum fyribrigdum er enn avmarkað. Ráðstevnan í Bristol umrøddi fleiri spurningar hesum viðvíkjandi. Millum annað varð kjakast um, um tað ber til at forklára kreativitet úr einum náttúruvísindaligum sjónarhorni, hvørt vit eiga at skilja millum ymisk sløg av kreativiteti, og hvat samfelagsligt virði kreativitetur hevur. Hóast talan var um eina ráðstevnu í fagurfrøði, bóru nógvar av framløgunum greiðan dám av, at talan er um eitt tvørfakligt granskingarevni, har úrslit úr kognitivu vísindunum saman við dømum úr lista-, vísinda- og hugmyndasøguni eru útgangsstøði fyri meira almennum ástøðum um kreativitet.
Føroyska íkastið til ráðstevnuna var ein framløga um eftirgjørdan kreativitet. Seinastu áratíggjuni eru nógvar royndir gjørdar at menna forrit og tólmenni, sum eru før fyri at skapa egin listaverk. Henda menning er nú komin so langt, at teldugjørd verk javnan verða miskend fyri at vera menniskjaskapt. Framløgan hjá Jens Dam Ziska hevði heitið “Artificial Creativity and Generative Networks” og viðgjørdi nakrar av hesum royndunum. Eftirgjørdur kreativitetur er áhugaverdur, ikki minst tí hann kann varpa ljós á tær tilgongdir, sum menniskjaligur kreativitetur fylgir. Framløgan vísti kortini eisini á, at langt er enn á mál, til eftirgjørdur og menniskjaligur kreativitetur kunnu javnmetast. Serliga vanta forrit og tólmenni enn tann spontanitet, sum eykennir menniskjaliga nýskapan, eins og tey bert í avmarkaðan mun megna at menna ein sjálvstøðugan listaligan stíl.
Granskingin er fyrireikandi liður í eini meiri víðfevndari granskingarverkætlan um kreativitet, ið verður grund undir pørtum av undirvísingini í listaligum arbeiði.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...